Plast er ein deilig vøra - men tað eru vit sum eru trupulleikin

– Og tað ætlar landstýrismaðurin sær at gera nakað við

Plast er ein deilig vøra, tí tað er øgiliga hent til nógv endamál. Tað heldur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum.

Men hann ásannar samstundis, at tað er ein stórur trupulleiki, at tað ikki verður burturbeint, sum tað eigur.

Og tað ætlar hann sær at gera nakað við.

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum um at seta bann fyri at brúka vørur úr einnýtis-plasti, uttan á sjúkrahúsum, og aðrastaðni, har tað er neyðugt fyri at forða fyri smittuspjaðing, ella av øðrum orsøkum.

Tingfólk eru rættiliga ójøvn á máli um hetta og fleiri taka ikki undir við forboði, men vilja heldur leggja størri dent á upplýsing fyri at eggja til eina hugburðsbroyting.

– Tað er ikki plast, sum er trupulleikin, tað eru vit, sum brúka plast, sum eru trupulleikin, tí vit bera okkum ikki rætt at, tá ið vit skulu burturbeina tað, halda fleiri tingfólk.

Eisini landsstýrismaðurin ásannar, at plast er rættiliga hent til nógv endamál men hann ásannar eisini, at dálking við plasti er ein stórur trupulleiki.

Fyri einum ári síðani fekk Landsstýrið eitt tilmæli frá Umhvørvisstovuni um at avmarka dálkingvið plasti.

Og Helgi Abrahamsen sigur, at fyri jól gav hann Umhvørvisstovuni boð um at orða nakrar broytingar í kunngerðini um burturkast við tí endamáli at seta tilmælini frá Umhvørvisstovuni í verk

Og tey 11 tilmælini, eru:

1: Víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti

Galdandi pantskipan fyri einnýtisíløt fevnir ikki um øll einnýtisíløt til leskidrykkir úr plasti. Arbeitt verður við eini nýggjari skipan fyri einnýtisíløt. Mælt verður til at víðka skipanina, soleiðis at fleiri íløt verða fevnd av henni.

 

2: Økja endurnýtslu av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum
Endurnýtsla av plasti í Føroyum er lutfalsliga lítil. Vit kunnu endurnýta meira, hóast tað er ein avbjóðing, tí tað eru so nógv ymisk sløg av plasti við ymiskum eginleikum, umframt at ávís sløg av plastvørum hava heilsu- ella umhvørvisskaðilig evni í sær.
Mælt verður til at endurskoða kunngerð nr. 147 frá 1995 um burturkast, og m.a. fáa ásetingar um endurnýtslu inn í kunngerðina.

 

3: Gera virkisætlanir fyri at økja endurnýtslu og minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði,fiskivinnu og ferðavinnu o.ø.
Mælt verður til, at myndugleikar, yrkisfeløg o.o. samstarva um at gera virkisætlanir fyri at økja um endurnýtslu av plasti, og har endurnýtsla ikki ber til, at burturbeina plastburturkast í verandi renovatiónsskipanum.

 

4: Upplýsing um plast
Mælt verður til almenn átøk um at upplýsa um vandan fyri dálking við plasti, um endurnýtslu o.a., eitt nú í skúlum og við almennum lýsingarátøkum.

 

5: Minka nýtsluna av beriposum úr plasti
Mælt verður til at minka nýtsluna av beriposum út plasti við at eggja til, at posarnir verða brúktir fleiri ferðir.
Hetta kann t.d. verða gjørt við at leggja avgjald á beriposar.
Mælt verður til, at forboð verður sett fyri, at handlar útflýggja ókeypis beriposar. Fleiri handlar útflýggja ókeypis beriposar til viðskiftafólk, hóast tey kanska ikki hava tørv á teimum. Ofta eru hesir posar tunnir, og ikki egnaðir til at brúka fleiri ferðir.
Eisini verður mælt til at umhugsa bann móti tunnum beriposum úr plasti.

 

6 Forboð fyri høglskálum úr plasti
Mælt verður til, at bann verður sett fyri patrónum til høglbyrsur, sum hava høglskál úr plasti.

 

7: Banna ella avmarka nýtsluna av einnýtis borðbúnaði o.ø. úr plasti, eitt nú knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørrum, vattpinnum og pinnum til ballónir
Hetta eru tær vørur úr plasti, sum mest verður funnið av í sambandi við rudding av strondum í Europa.

 

8: Forboð fyri smyrsli o.ø., sum hava mikroplast í sær
Í okkara grannalondum verður arbeitt fyri at seta forboð fyri at seta mikroplast til smyrsl, tannkrem o.a. Mælt verður til, at banna slíkum vørum, sum hava mikroplast.

 

9: Kunngerð um graslíkisvøllir

Fyri at forða fyri útláti og spjaðing av mikroplasti frá graslíkisvøllum verður mælt til at gera kunngerð um ger og rakstur av graslíkisvøllum.

 

10: Stuðulsskipan til havnir/skip, ið taka ímóti burturkasti, sum er tikið upp úr sjónum
Skip fáa týðum burturkast í trolið, eitt nú mistan fiskireiðskap. Tá tey taka hetta við til lands, skulu tey ofta gjalda fyri at sleppa av við tað til móttøkustøðir. Tað fremur ikki hugin at taka slíkt burturkast við til lands.
Mælt verður til at seta eina skipan í verk, har skip ella havnir sleppa av við slíkt burturkast ókeypis ella at útreiðslur til burturbeining av slíkum burturkasti verða endurgoldnar.

 

11. Spreingileidningar

Mælt verður til, at tiltøk verða sett í verk at forða fyri, at leivdir av spreingileidningum frá grótbrotum, tunlum o.ø. verða spjaddar í náttúruni, tá eitt nú grót verður brúkt til útfylling á sjónum. Tað kann vera at eggja til, at plastleidningar verða gjørdir úr evnum, sum verður niðurbrotið í náttúruni. Ber tað ikki til, er neyðugt at gera tiltøk at forða fyri, at plastleidningar spjaðast í náttúruni.