Platform 1 ár: 40.000 gestir á vitjan

Komandi vikuskifti er eitt ár síðani Platform lat dyrnar upp fyri at bjóða teimum, ið hava hug, vælkomin. Og hevur seinasta árið, fyri nýggja diskotekið, hilnast ógvuliga væl

Supply One og Supply Two eru nøvnini á teimum báðum barrunum, og har kanst tú keypa spillolju, diesel og bensin, ið veruliga benda á, a tú ert á einum platformi.
Komandi vikuskifti fyllir nýggjasta diskotekið í Havnini so eitt ár, og verður hetta hátíðarhildið við einum braki. Fríggjakvøldið bjóðar Platform gestunum ókeypis øl og leygarkvøldið verður sjampagna til tey, ið leita sær upp á fjórðu hædd í Havnar Klubba.
Havgrímur Johannesen, sum eigur og rekur Platform, fegnast um góðu undirtøkuna, diskotekið hevur fingið.
? Sjálvandi eri eg væl nøgdur, sigur Havgrímur Johannesen. ? Vit hava nú havt opið í eitt ár, og hetta árið hevur verið útselt hvørt leygarkvøld, so tað er bara at fegnast um.

Live tónleikur
Av og á er eisini live-tónleikur á diskotekinum. Tá kemur ein bólkur inn og undirheldur, men diskotek er eisini. Av bólkunum, ið hava verið og spælt á Platform kunnu nevnast, Tangz, Clickhaze, All That Rain, James Olsen Band, Taxi, Lena & Niclas o.o.
12 plátuvendarar hava verið og snarað plátum, og fleiri av teimum eru eisini komnir tað longu leiðina úr Danmark. Umframt live-tónleik og ymsar plátuvendarar, so hava onnur kend fólk eisini leitað sær á boripallin. Millum annað hava fleiri úr realitysendingini Baren, bæði 2001 og 2002, verið á vitjan, og eisini onkur úr Big Brother 2001.
? Eg haldi, at vit hava megnað, at raka aldursbólkin, sum miðað varð ímóti av fyrstan tíð. Nógv varð tosað um, at tað fóru helst eldri fólk at koma, men her eru flest øll millum 22 og 29 ár, men sjálvandi eru eisini bæði eldri og yngri gestir. Til dømis til jólaborðhaldini, tá eru fólk ímillum 18 og 60 ár við, greiðir Havgrímur frá.
Hetta seinasta árið hava millum 30. og 40.000 fólk verið á gáttini, og tað er onki, ið bendir á, at hetta talið fer at minka.