Platini finst at ungdómspolitikkinum hjá Wenger

Arsenal-venjarin Arsene Wenger er víðagitin fyri sítt arbeiðið at fáa ung talentir til stórar fótbóltsstjørnur. Men landsmaður hansara, UEFA-forsetin Michel Platini er ikki nøgdur við arbeiðsháttin hjá Wenger. ?Um menn, sum Wenger keypa upp øll talentini, sum eru 14, 15 og 16 ár. Nær skulu lokalu feløgini so nakrantíð kunna menna seg? Um sonur mín uppá 16 ár hevði spælt við Millwall, og t.d. Manchester United kom framvið og keypti hann. Nær skuldi Millwall so komið við í fremstu røð aftur?? spyr Platini. Platini vil hava størru fótbóltsfeløgini at lata eitt pláss í Champions League frá sær, og lata tað til steypavinnarnar ístaðin. Hetta skal gerast fyri at fáa steypakappingarnar til heiður og æru aftur. Og sum eitt stig, ið skal gagna heildini. Fótbóltssambondini dáma væl ætlanina hjá Wenger, meðan tey stóru feløgini muta ímóti!