Í dag verður punktum sett fyri fótbóltsárið 2010. 27. og síðsta umfar er á skránni, og í øllum fimm støðum verður fyrsta bríkslið klokkan 15.00.
Forsetin í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA, Michael Platini, er komin til landið í morgun. Saman við FSF toppinum fer hann at hyggja at dystinum í Gundadali í dag.
HB er FM favorittur, og ætlanin er, at Platini skal handa FM vinnaranum steypið klokkan knapt fimm. Um tað ikki verður HB, sum vinnur FM, so verður tað EB/Streymur, og so skal Platini norður í Sundalagið fram ímóti ljósatendring.
Hin gesturin, sum vitjar í dag, er ikki so ókendur um okkara leiðir. Tað er høgættin. Kavin liggur í fjøllunum, og fríska lotið kennist sera kalt.
Kortini er tað einki, sum forðar fyri, at allir fimm dystirnir verða spældir ídag.
Dystir og dómarar
Víkingur-ÍF: Dagfinn Olsen
HB-B36: Petur Reinert
NSÍ-B71: Lars Múller
EB/Streymur-B68: Eiler Rasmussen
AB-FC Suðuroy: Ransin Djurhuus
Støðan
HB +16 51
EB/Streymur +33 48
NSÍ +19 45
Víkingur +11 43
B36 +9 40
ÍF +7 40
B68 -3 31
B71 -33 23
FC Suðuroy -20 22
AB -39 11