Play Off dysturin hjá Bryne í Kristiansand var avlýstur

Start Kristiansand hevði ikki tendrað fyri hitanum undir vøllinum við tí úrslitið, at Play Off dysturin millum Start og Bryne mátti avlýsast

Tað var lagt upp til tað stóra brakið á Sør Arena leikvøllinum í Kristiansand, har heimaliðið, Start Kristiansand og liðið hjá Rógva Baldvinsson og Noah Mneney, Bryne skuldu spæla Play Off dyst um uppflyting klokkan 18 í kvøld.

 

Men dysturin bleiv av ongum. Fyri at spara pening hevði heimaliðið valt ikki at tendra fyri hitanum undir vøllinum. Tí var frostur á vøllinum, og var vøllurin ov hálur og vandamikil hjá leikarunum hjá Start og Bryne til at spæla Play Off dyst.

 

Í norsku miðlunum fær Start Kristiansand av at vita, eisini frá gomlu Start Kristiansand legenduni, Jesper Mathisen sum er viðmerkjari hjá norska TV2. Jesper Mathisen er skelkaður av, at gamla felagið hjá sær velur at gera eina so høpisleysa sparing, ið hevur ført Start, Bryne, dómararnar og norska fótbóltssambandið í eina keðiliga støðu.

 

Erling Braut Haaland sum vaks upp sum Bryne-leikari hevur eisini spent seg fyri at rinda tokferðaseðilin hjá umleið 500 Bryne-fjepparum til dystin í Kristiansand og heimaftur, og nú bleiv tað til onga nyttu tá dómarin staðfesti, at tað var ikki spælandi á leikvøllinum í Kristiansand. 

 

Enn er óvist nær dysturin, ella um dysturin verður spældur aftaná ósketnið hjá Start Kristiansand. Vinnarin av dystinum sum skuldi spælast í kvøld skal av røttum spæla móti Kristiansund komandi mikukvøld. Vinnarin av tí dystinum skal so spæla móti Kongsvinger. Og vinnarin av tí dystinum skal so spæla dystir heima og úti móti triðniðasta liðnum í bestu deildini. So her er ógvuliga knapt við tíð at fáa ein dyst millum Start og Bryne avgreiddan.