Pokémon er nýggjasta dillan

Pokémon, sum er japanskt gameboy-spæl og teknirøð, er nýggjasta dillan hjá heimsins børnum. Nýggj tøl vísa, at Pokémon fer at umsita fyri meiri enn seks milliardir krónur um allan heim næsta ár

Turið Kjølbro


Størsta dillan millum børn nakrantíð er yvir okkum. Pokémon er heitið. Eitt hitt av dimensjónum, sum hevur elvt til størstu samlisjúkuna millum børn um allan heim nakrantíð. Og dillan er nú á veg hendanvegin. Tað snýr seg um japanska gameboy-spælið og teknirøðina Pokémon, sum TV3 júst hevur keypt rættindini til at vísa í Danmark, Noregi og Svøríki næsta ár.

Foreldur eru um at ganga frá verðini av ørkymlan alla staðni, har Pokémon er komið undan kavi. Pokémon talar nevniliga til keypihugin hjá børnum, at keypa meiri og nýggjari alla tíðina. Samstundis hava sálarfrøðingar ávarað ímóti ávirkanini av spælinum á tey smæstu.

Í farnu viku stakk ein níggju ára gamal drongur ein vin niður í New York undir einum orðadrátti um Pokémonsavnikortini. Sama hendi í síðsta mánaði í Quebec í Kanada.


Hati-teldubrøv

Børn skriva hati-teldubørn til tey, ið finnast at spælinum. Kritikarar hava ikki spart uppá krútið, tá ið teir hava funnist at Pokémonfilminum, sum teir halda er ógvuliga primitivt teknaður. Í New Jersey hevur ein bólkur av foreldrum saksøkt elektronikkfyritøkuni Nintendo og leikuketuni Hasbro, sum standa aftan fyri Pokémon. Hesi skuldseta fyritøkurnar fyri at hava gjørt nøkur av teim 151 savnikortunum so sjáldsom, at børnini keypa seg sjálv og teirra foreldur fátæk í jagstranini eftir fullkomna savninum.

Í jólamánaðinum fyri tveimum árum síðani fingu 700 japansk børn um somu tíð eitt herðindi, meðan tey hugdu at einum ávísum parti av sendingini um Pokémon. Parturin vísti eitt bumbuálop á ein av figurunum í røðini. Eitt lítið sekund blinkaði myndin fleiri ferðir í ymiskum litum, og tað halda japanskir læknar kann elva til epilepsilíknandi herðini. Pokémon varð steðgað í fýra mánaðir, meðan kanningar vórðu gjørdar, og framleiðararnir broyttu eftir spælið.


Fyrsti spælifilmurin

Í farnu viku varð fyrsti Pokémonspælifilmurin frumsýndur í USA. Hann kom beinanvegin ovast á tindarnar á amerikanska topp-10 listanum við eini atgongumerkjasølu á 52,1 mió. dollarar. Samstundis vísa nýggjastu sølutølini, at Pokémon fer at umsita fyri yvir seks milliardir krónur um allan heim.

Vanliga senda fyritøkurnar aftanfyri Pokémon helst til størstu sjónvarpsstøðurnar í landinum, men í Danmark hava bæði DR og TV2 valt at lata vera við at senda sjónvarpsrøðina. Á TV3 hava tey ikki hava sama samvitskubit. Haðani frættist, at Pokémon verður sent í komandi ári, men enn er ikki gjørt av, um tað verður til várs ella um bíðað verður til heystar.