Póland sum Føroyar møta 15. januar vann á Argentina

Pólendingar eru longu í gongd við at spæla venjingardystir undan EM-endaspælinum í Týsklandi

15. januar spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti dyst í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Berlin í Týsklandi móti Pólandi.

 

Póland er longu í holt við at spæla venjingardystir undan EM-endaspælinum.

 

Í kvøld spældi Póland venjingardyst móti Argentina á heimavølli.

 

Póland vann dystin tepurt 27-26. 

 

Tá fáir minuttir vóru eftir var Póland á odda 26-21, men teir mistu takið á dystinum seinastu minuttirnar, og tað endaði tí bert við einum teprum eittmálssigri.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 spælir Póland aftur venjingardyst móti Argentina.