Polar Nanoq: Skiparin tekur hassjroyndir

Skipararnir umborð á trolarum hjá Polar Seafood standa fyri at taka hassjroyndir av manningini

Leygardagin vórðu hassjkanningar gjørdar umborð á grønlendska trolaranum Polar Nanoq, sum hevur føroyskar yvirmenn. Regluligar royndir verða gjørdar umborð á trolarum hjá reiðarínum Polar Seafood fyri at koma brúki av hassji millum manningina til lívs.

Polar Seafood hevur innført eina null-hugsjón ímóti hassji umborð á trolaranum hjá reiðarínum, og tá ið tríggir av manningini, sum telur 26 mans, høvdu positivar royndir, vórðu teir uppsagdir á staðnum og koyrdir í land í nærmastu havn.

Polar Seafood hevur givið skiparunum á sínum trolarum ábyrgdina av at gera hassjroyndirnar, og teir hava fingið neyðuga útgerð til at gera slíkar royndir.

Polar Seafood sigur í tíðindaskrivi, at hildið verður fram við at gera hassjroyndir umborð á trolarunum so leingi, sum reiðaríið heldur tað verða neyðugt.