Norðoya Sparikassi hevur ognað sær Polarfarið, sum Hans Jacob Fuglø, bátabyggjari í Klaksvík, hevur gjørt.
Vakra modellskipið varð sýnt fram á norðoyastevnu, men nú kemur tað at standa í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Lorvík.
Norðoya Sparikassi hevur áður keypt modellini av William Close, sum varð latið Sjómansskúlanum í Klaksvík, og av Ernestinu, sum varð latið Føroya Fornminnasavni.
Norðoya Sparikassi hevur eisini gjørt avtalu við Hans Jacob Fuglø um, at sparikassin skal keypa eitt modell av Polo, sum hann nú fer undir at byggja.
? Vit hava gjørt avtalu við Hans Jacob um hesi skip, tí vit ynskja at verða við til at varðveita hesi skipini í okkara øki, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.
Hans Jacob Fuglø er úrmælingur á sínum øki, og tað er stórur áhugi fyri skipunum, sum hann hevur bygt.
Nógv av skipunum, sum hann hevur bygt, eru endað í Havn, men nú hevur Norðoya Sparikassi tikið stig til, at nøkur av hesum snøggu og neyvu skipunum verða varðveitt norðanfyri.