Løgreglan arbeiðir uppá eitt mál, ið er um eitt innbrot, sum hendi á Viðareiði fyri trimum døgum síðani, har pengar og persónligir lutir blivu stolnir.
Tey leita nú eftir vitnum og hava sent út fylgjandi fráboðan:
Í samband við fráboðan um innbrot og stuldur í einum sethúsum á Viðareiði í tíðarbilinum frá leygarkvøldinum tann 22. oktober 2016 kl. 18:00 til sunnudagin tann 23. oktober 2016 kl. 13:00, ynskir politiið at fáa upplýsningar frá fólki.
Við stuldrinum bleiv tikið eitt minni pengaskáp, ið innihelt eina stóra peninganøgd og aðrar persónligar lutir.
Poilitiið vil fegin hava samband við fólk, sum hava verið á Viðareriði í nevnda tíðarbili ella sum vita eitthvørt um málið.