Politiið um kroatiskar hooligans: – Vit burdu verið betur fyrireikað

Ein eftirmeting skal gerast, nú eftir uppstandilsi av villu fjepparunum hjá Hajduk Split.

Nú skal Politiið gera eina eftirmeting, um har er okkurt, tey kunnu gera betur til næstu ferð, slíkir hooligans koma til Føroya.

 

– Vit eru ikki vanir við slíkt í Føroyum og burdu tí fyrireikað okkum betur til næstu ferð, sigur vakthavandi hjá Politinum í morgun.

 

Fjeppararnir hjá Hajduk Split kláraðu av onkrari orsøk at storma inngongdina til Tórsvøll, soleiðis at teir komu beint framvið vaktirnar við neyðblussi – neyðblussi, sum man ikki hevur loyvi til at hava við inn til dystin. Eisini bleiv ein politistur sligin.

 

Eftirmetingin verður gjørd í næstu viku.

 

Spurningurin er millum annað, sigur vakthavandi, um man skal hava fleiri politisar í miðbýnum næstu ferð, sum kunnu fyribyrgja balladu sum eitt nú tað, at fólk mála upp á veggirnar, sum hesir kroatarnir gjørdu.

 

LES EISINI: Øgiligt lív: Sligin politistur, stolið neyðbluss og ótrygg fólk