Politikarar kunnu ikki renna undan

Virkishug og áræði hevur okkara lítla samfelag brúk fyri í ríkan mát. Áræði til at fara undir nýggj vinnulig tiltøk, kunnu vit ikki vera fyriuttan, og tí eiga vit ikki at leggja fótonglar í vegin fyri slíkum virksemi, men tvørturímóti at stuðla undir.

Okkara búskapur er sera sárbarur og einstáttaður, verður so javnan sagt av búskaparfrøðingum, og einki er rættari enn tað, men júst tí, er tað so avgerandi neyðugt, at vit eisini fáa gongd á vinnuvegir, sum ikki beinleiðis hava nakað við fiskivinnuna at gera.

Nú hevur rættilig kapping tikið seg upp millum kommunur og einstaklingar í Føroyum um, hvør skal bjóða seg fram við eini útgerðarhavn til eina komandi oljuvinnu. Ikki færri enn tvær slíkar ætlanir vórðu vístar fram í farnu viku, og uttan iva fara fleiri at koma komandi tíðina. Tvøramenn saman við Danbor Service í Esbjerg løgdu fram ætlanina við Drelnesi, og Tórshavnar Skipasmiðja saman við Asco í Bretlandi løgdu fram ætlanina við útgerðarhavn uppí á Sundi.

Tá vit hyggja eitt sindur aftur í tíðina, so kunna føroyingar neyvan verða ósamdir um, at tá vit fóru undir flakavinnu uppi á landi, tá gjørdu vit ov nógv av. Í staðin fyri at hava sterkar eindir, so bygdu vit flakavirki á hvørjum tanga við tí úrsliti, sum henda vinnu nú einaferð fekk. Vit sóu tað aftur, tá vit fóru undir alivinnuna, har hvør fjørður varð fyltur við aliringum við tí úrsliti, at ein stórur partur av hesari vinnu fór á heysin.

Flest allir við skili fyri oljuvinnu siga, at tað verður ikki neyðugt við meira enn einari útgerðarhavn í Føroyum. Hetland hevur bert eina. Haraftrat siga somu serfrøðingar, at tað er ikki ráðiligt, at menn gera stórvegis av íløgum, fyrr enn vissa er fingin fyri, at olja finst í føroysku undirgrundini. So fyribils eiga vit at gera brúk av teimum íløgum, sum vit longu hava gjørt.

Men hin vegin verður spurningur um eina føroyska oljuútgerðarhavn relevantur um stutta tið, og tá verður stríðsmálið, hvar hon skal liggja? Eisini er í hesum sambandi vert at leggja sær í geyma, at tað er við útlendskar útgerðarhavnir vit fara at kappast og ikki okkara millum her heima.

Nakrar røddir, sum hava verið frammi, mæla til, at politkkararnir halda fingrarnir burtur frá hesum spurningi og lata vinnuna sjálva avgera hetta. Einstakir aðrir m.a. okkara nýggi oljumálaráðharri og Súni á Dalbø hava sagt, at hesin spurningur skal sjálvsagt hava eina politiska viðgerð.

Sjálvur helli eg tann vegin eisini, at vit politikkarar ikki kunnu venda blinda eygað til, tí spurningur hevur stórar samfelagsligar avleiðingar, sum í stóran mun eru politiskt viðkomandi.

Verður ein útgerðarhavn uppi á Sundi, so mugu politkkararnir eisini gera sær greitt, hvørjar avleiðingar tað annars vil fáa fyri føroyska samfelagið, fólkasamansetingina og búsetingina í landinum. Teir skulu gera sær greitt, at tann miðsavnan, sum longu nú er rættiliga høg, hon verður fleirfaldað. Eisini býráðspolitikkarar í miðstaðarøkinum skulu vita, at hava teir í dag trupuulleikar við at nøkta tørvin til barnaansing, íbúðir og røktarheimspláss, so verður hesin tørvurin fleiri ferðir størri, um útgerðarhavnin verður løgd uppi á Sundi.

Verður útgerðarhavn í staðin løgd á Drelnesi, so mugu vit taka spurningin um atløguviðurskiftini hjá Smyrli upp.

Umframt hettar, so er umhvørvisspurningurin væl saktans eisini rættiliga viðkomandi politiskt.

Og hetta eru politiskir spurningar, so tað stendur eftir, og tað er politisktr ábyrgdaloysi at lata hetta upp í hendurnar á fríu vinnuni at gera av. Hvørki Maersk ella Asco ella nakar annar skal avgera, hvussu Føroyar verða skipaðar í framtíðini, tí hetta er ein spurningur, sum vit sjálvi skulu avgera og eingin annar.

Eg kundi eisini hugsa mær, at okkara egnu t.d. umboð fyri fakfeløg, arbeiðsgevarar og handverkarar eisini søgdu teirra hugsan um hetta áhugaverda og spennandi mál.

Tíverri eri eg ikki samdur við mín góða vin og partamann Tórfinn Smith í hansara støðu í hesum spurningi. Men rímiligvís, skal Tórfinn sum býráðslinur í Havn og formaður í havnanevndini hava hesi sjónarmið. Men at siga, at politikkararnir ikki skulu blanda seg, tað eri eg ikki samdur við honum í. Spurningurin er sjálvandi eisini vinnuligur, men politiska partin kunnu vit ikki renna undan, sjálvt um ein kann freistast til at halda, at tað er júst hetta nógvir føroyskir politikkarar í dag vilja.

Tá ið eg havi tikið norðmenn fram, so er tað fyri at vísa á, at har hevur Stórtingið tikið avgerðir um útgerðarhavnir, men tað hevur so tíverri ikki forða fyri, at kommunur sum t.d. Harstad kommuna hevur gjørt milliónaíløgur í eina útgerðarhavn, sum ongantíð varð brúkt. Tað er sjálvandi slíkt, sum vit politiskt skulu forða fyri. álvaratos, vit mugu hava lært okkurt av hesi sváru kreppu, sum vit hava verið ígjøgnum.

So lat vinnuna siga, hvat hon vil, men politikkaranir kunnu ikki renna undan teirra parti av málinum, tí teir ábyrgdast avleiðingunum bæði so og so.


21. juni 1998


Jóannes Eidesgaard, floksformaður