Politikarar tryggja sær dupulta løn í eitt hálvt ár

- Tað er hvørki rætt ella rímiligt, at politikarar geva sær sjálvum nógv betri sømdir enn teir geva nøkrum øðrum í samfelagnum, sigur Kári P. Højgaard

Landsstýrismenn og eftirlønir
 
- Tað líkist ongum, at politikarar geva sær sjálvum nógv betri sømdir enn teir geva nøkrum øðrum í samfelagnum.
Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Hann heldur, at tað er synd at siga, at landsstýrismenn høvdu ringar sømdir áðrenn eftirlønin nú varð hækkað, men nú hava teir so fingið uppaftur betri sømdir.
- Ein landsstýrismaður fær nú fulla eftirløn eftir átta ár í Tinganesi. Ein Løgtingsmaður fær fulla eftirløn eftir at hava verið 16 ár í Løgtinginum. Men ein tænastumaður skal hava arbeitt í 37 ár, áðrenn hann fær fulla eftirløn.
- Tí kunnu vit ikki siga, at politikarar hava verið illa fyri.
Men tað, sum Kári P. Højgaard heldur vera allarmest galið, er tað sum hendir við viðhvørt, tá ið ein  løgtingsmaður verður valdur til landsstýrismann.
- Fer landsstýrismaðurin so frá mitt í valskeiðnum og tekur tingsessin aftur, fær hann framvegis fulla løn sum landsstýrismaður í upp til eitt hálvt ár, alt eftir, hvussu leingi hann hevur sitið í landsstýrinum.
- Hann fær fyrst fulla løn sum løgtingmaður, men hann fær eisini fulla løn sum landsstýrismaður í upp til eitt hálvt ár, alt eftir, hvussu leingi hann hevur sitið í Tinganesi.
Og tá ger tað ongan mun, um landsstýrismaðurin sjálvur sigur seg úr starvi ella um hann verður sagdur úr starvi.
Kári P. Højgaard sigur, at tað eru fleiri dømi um hetta hesi seinastu árini.
Hann hevur onki ímóti, at landsstýrismenn fáa bíðiløn í eitt hálvt ár, fara teir úr landstýrinum uttan at hava annað arbeiði at fara til.
- Men tað er heilt burturvið, at ein landsstýrismaður, skal fáa løn sum landsstýrismaður í eitt hálvt ár, hóast hann fer beint aftur í Løgtingið.
Tí heldur hann, at fyrsta kravið eigur at vera, at hesin fyrimunurin verður tikin frá politikarum.
- Fær landsstýrisfólk frá og aftur í Løgtingið, eigur tað bara at fáa ta høgru lønina í eitt hálvt ár, men at fáa tvær fullar lønir, er heilt burturvið og hetta er tað mest órættvísa av øllum.
 
Ikki fyrstu ferð
Kári P. Højgaard vísir á, at nú løgtingið samtykti eftirlønina hjá landsstýrismonnum, er tað ikki fyrstu ferð, at lóggivið verður við afturvirkandi kraft í sambandi við lønir og eftirlønir.
- Men hesuferð var tað til stóran fyrimun fyri politikararnar. Tá ið Løgtingið gjørdu tað seinast fyri nøkrum árum síðani, var tað til stóran vansa fyri tænastumenn, tí tá varð samtykt, at allir tænastumenn so líðandi skuldi missa pensjónina av viðbótunum og í 2011 er eftirlønin av viðbótunum heilt burturdotnar.
Tað merkir, at tænastumenn missa eini 2.000-3.000 í eftirløn um mánaðin.
Hetta er eisini galdandi fyri tænastumenn, sum longu eru í starvi og sostatt eru treytirnar hjá teimum gjørdar verri mitt í arbeiðslívinum.
Allir tænastumenn, ið fara úr starvi fyri 2007, varðveita øll síni rættindi. Men teir, sum fara frá aftaná, missa síni rættindi.
Kári P. Højgaard tekur hetta sum eitt dømi um, hvussu ójavnt politikarar viðgera einstakar samfelagsbólkar. Munurin er bara, at politikarar geva sær sjálvum ein stóran fyrimun, men taka rættindi frá tænastumonnum.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum hann fer at taka upp á politiskum stigi eftir Ólavsøku.
Annars heldur Kári P.Højgaard ikki, at tað er nøkur loysn at seta eina serliga nevnd at gera eina skipan fyri, hvussu lønir og eftirlønir hjá politikarum skulu vera.
- Samstundis hoyra vit, at summi embætisfólk hava betri løn enn landsstýrismenn. Ivi er eisini reistur um, hvussu rættvíst tað er, tí tað eru landsstýrismenninir, sum hava evstu ábyrgdina
- At seta eina nevnd kann tí bara føra til eitt og tað er, at politikaralønirnar fara enn longur upp, tí tað er heilt óhugsandi, at nevndin fer at mæla til, at rættindini hjá nøkrum embætisfólki verða skerd.
Annars vísir Kári P.Højgaard á, at samgongan legði uppskotið um at hækka eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum fyri Løgtingið, uttan at allir flokkar vórðu spurdir.
 - Hetta var eitt mál, sum varð lagt fyri Løgtingið so seint, at møguleikarnir at geva tí eina góða viðgerð vóru ikki til staðar.
Tí spurdi hann, um ta veruliga var so átrokandi at skunda tað ígjøgnum, áðrenn Løgtingið fór í summarfrí
 
Skil á eftirlønina
Annars heldur sjálvstýrismaðurin, at samgongan eigur nú at brúka kreftirnar upp á at fáa eftirlønirnar hjá verkafólki í rættlag.
Samgongan hevur boðað frá eini nýggjari eftirlønarskipan, sum byggir á tríggjar súlur, eina almenna fólkapensjón, privatar eftirlønartryggingar og samhaldsfasta.
Hinvegin heldur Kári P. Højgaard ikki, at tað er nakað at reypa sær av hjá samgonguni at samhaldsfasti skal styrkjast, tí hann betala partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir, allan sum hann er.
- Tað er onki hjá samgonguni at marknaðarføra seg við. Tann veruligi viljin hjá politikarum at tryggja pensjónina, sæst í, hvussu nógv teir eru sinnaðir at hækka tað almennu fólkapensjónina, sigur Kári P.Højgaard.
- Tað hongur ikki saman, at krevja at løntakarar bæði skulu betala meiri til samhaldsfasta og meiri til privatar eftirlønartryggingar, tí tað fer alt av lønini, sum í nógvum førum ikki er so høg, at ráðini eru til tað stóru uppsparingina.
Tí heldur hann, at tey, sum onga aðra inntøku hava, skulu hava eina virðiliga, almenna fólkapensjón.
Og hann heldur, at tað er neyðugt at hækka pensjónirnar, tí tær strekkja yvirhøvur ikki til, serliga nú vegskatturin er tvífaldaður og oljuavgjaldið er við at tyngja hvørt húsarhald í knæ.