Teir báðir amerikansku politikararnir, Melissa Hortman og John Hoffman og hjúnafelagarnir vórðu øi dag skotin í amerikanska statinum Minnesota.
Melissa Hortman og maður hennara eru deyð av skaðunum.
Tað boðar guvernørurin í statinum, Tim Walz, frá á einum tíðindafundi sambært tíðindastovuni Reuters.
Walz lýsir hendingina sum eitt eftir øllum at døma politiskt motiverað morð.
- Ein ræðligur sorgarleikur hevur gingið fyri seg í Minneapolis.
- Mín góði vinur og starvsfelagi, forkvinnan Melissa Hortman og maður hennara, Mark, vórðu tíðliga í morgun skotin og dripin í tí, sum sær út til at vera eitt politiskt motiverað dráp, sigur Tim Walz.
John Hoffman og Melissa Hortman eru bæði demokratisk valevni til ávikavist senatið og umboðsmannatingið í Minnesota. Melissa Hortman er fyrrverandi forkvinna í tjóðartinginum.
Hortman og maður hennara vórðu skotin og dripin í Brooklyn Park-høvuðsstaðnum í útjaðaranum av Minneapolis.
Hoffman og kona hansara vórðu skotin í Champlin, sum er eitt annað grannalag í útjaðaranum av høvuðsstaðnum í statinum.
Løgreglan sigur, at tann sum skeyt var ílatin sum løgreglumaður, tá hann skeyt eftir politikarunum og makanum hjá teimum.
Mannjagstran er í gongd eftir mistonkta.
/Ritzau/