Politikkur samfelag.....Åh tað er so skeg

Soleiðis ljóðaðu boðini frá Safir, tá teir fyri nøkrum árum síðani góvu út nýggja fløgu. Fleiri eru helst tey, sum vilja geva safirunum rætt í hesum, men nú verður so ein roynd gjørd at broyta henda hugburð

Limir í Unga Tjóðveldinum og Ungmannafelagnum Samband eru í løtuni við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til eina ungdómsráðstevnu, sum skal snúgva seg um ung, samfelag og politik.


Fremsta orsøkin til hetta er, at tey ungu í dag ikki hava nakað forum, har tey kunu koma við sínum ískoyti til samfelagskjakið. 2000 faldarar eru sendir út til skúlar runt um í landinum, og vóna fyrireikararnir, at undirtøkan verður stak góð.

Endamálið við hesum er, at gera ungdómin í landi okkara varugan við, at vit eisini hava eitt orð at skula sagt í førda politikkinum. Vit kunnu brúka okkara fólkarættarligu støðu á sama hátt sum øll onnur, við tað at ein atkvøða er ein atkvøða, líkamikið um hon verður latin av einum 18 ára gomlum lesandi, ella um hon verður latin av einum 40 ára gomlum frøðingi, sum í nógv ár hevur verið úti í heiminum og lisið alt møguligt, sum gevur honum førleika til at taka støðu til allar møguliga høgtflúgvandi spurningar.

Fyrireikararnir leggja stóran dent, at tiltakið ikki skal gerast nakar pallborðsfundur, har tað aloftast endar við, at tað einans eru nøkur fá, sum fáa sagt sína hugsan. Tískil ferð kjakið fram í smærri bólkum, har størri møguleiki er hjá luttakarunum at siga sína hugsan.

Ikki bara politikkur

Tað er tó ikki bara politikkur, sum er á skránni annað vikuskiftið, tá ráðstevnan verður hildin á Læraraskúlanum. Eisini verður sosial samvera og undirhald á skránni.

Fríggjakvøldið verður stevnan sett, og eftirat John Mortensen, samfelagsfrøðingur, hevur greitt eitt sindur frá føroyska samfelagnum, verður restin av kvøldinum skipað sum eitt café kvøld, har eysturoyarbólkurin Marigold spælir, umframt at ungfólk fara at lesa upp egnar yrkingar.

Leygardagurin byrjar við morgunmati, árðenn Páll á Reynatúgvu, Elin Lindenskov og Olav Enomoto sleppa at siga sína hugsan um, hvussu eitt framtíðar Føroyar eigur at verða skipað.

Eftir døgurðan verður ein lítil hugnaløta, har til ber at taka tað eitt sindur róligt, ímeðan lurtað verður eftir tónunum frá Clickhaze.

Síðani setir Sjúrður Skaale av nýggjum hol á politiska kjakið, har hann viðgerð leiklutin hjá einstaka føroyinginum í fólkaræðinum.

Eftir hetta fáa kjakbólkarnir hálvan triðja tíma, har teir hava høvi til at seta orð á framtíðina, soleiðis sum teir kundu hugsað sær at hon sá út.

Politiski parturin av tiltakinum endar við einari eftirmeting, har úrslitið hjá ymsu bólkunum verður umrøtt, umframt at tiltakið sum heilt verður eftirmett.

Tá hetta so er lagt afturum bak, verður at enda skipað fyri einari stórari veitslu, har luttakararnir aftur fáa høvi at hugna sær saman.

Fyrireikararnir leggja stóran dent á, at tiltakið í stóran mun eisini skal snúgva seg um tað at vera saman við øðrum ungfólki. Tær nýtist als ikki at hava nakra politiska sannføring, ella verða knýttur at nøkrum flokki, fyri at luttaka á stevnuni.

Heldur ikki er neyðugt, at tú hevur tann stóra áhugan fyri politikki í gerandisdegnum. Í hvussu so er ikki í tí samanhangi, sum vit vanliga hoyra mest um, eitt nú fiskakvotum, eldrapolitikki, barnaansing og so framvegis.

Til tess at geva øllum møguleika at vera við til tiltakið, er eisini møguleiki fyri at gista á læraraskúlanum, um so er, at tú tekur soviposa við heiman ífrá. Hetta átti eisini at verið viðvirkandi til, at nógv og góð vinarbond kunnu knýtast á ráðstevnuni.



FUR

Føroya Ungdómsráð, FUR, skipar fyri tiltakinum saman við omanfyrinevndu ungmannafeløgum. FUR er ein sameining av 18 ymsum felagsskapum, sum einki hava við ítrótt at gera.