Tað er einki at taka seg aftur í, at ungdómurin ikki hevur nóg stóra ávirkan á rikna politikkin í samfelagnum. Hóast tey ungu lutfalsliga eru nógv í tali, so eydnast sjáldan at velja umboð teirra á ting.
Orsakirnar til hetta kunnu vera fleiri:
-teir eldru politikararnir duga kanska betur
-teir eldru politikararnir vilja kanska ikki lata tey ungu sleppa framat
-ella at tey ungu ikki hava áhuga fyri politikki
Í hesum døgum verður so nógv tosað um at javnseta ymsar bólkar. Tað, sum tá serliga verður hugsað um, er at javnseta kvinnu og mann. Tað er eisini í fínasta lagi - tað eiga vit at gera. Men tey ungu eiga at hugsa um at javseta aldursbólkarnar - veljið tí tykkara umboð á ting!
Tá vit tosa um ungdómspolitikk, so tosa vit eisini um útbúgvingarpolitikk. Á hesum øki hava vit í Javnaðarflokkinum ta greiðu støðu at vit vilja tryggja øllum sama rætt til útbúgving. Hetta m. a. við at hækka útbúgvingarstuðulin og bøta um lánimøguleikarnar - tí eingin skal setast aftur av fíggjarligum ávum.
Vit fegnaðust, tá vit í 1988 fingu eina føroyska stuðulsskipan í staðin fyri Statens Uddannelsesstøtte, sum ikki var serliga rættvís. Tann føroyska skipanin varð gjørd munandi einfaldari, og nú fingu øll sama rætt til stuðul - sum ikki var treytaður av inntøku foreldra.
Men í dag mugu vit síggja í eyguni, at tann góði viljin frá politiskari síðu at tryggja ungdóminum góð lestrarkor sveik so eftirtrykkiliga. Bera vit stuðulin í dag saman við stuðulin tá, so er keypiorkan fyri stuðulin minkað útvið 45% hesi 10 árini. Bara fyri at koma á sama støði sum í 1988 so skal stuðulin tvífaldast.
Í uppskotinum til broyttan stuðul, sum nú liggur á landsstýrisborði verður mælt til at broyta skipanina soleiðis, at stuðulin verður tikin frá teimum, sum eru undir 18 ár. Hetta er púra burturvið og er bert enn eitt dømi um, hvussu politikararnir vilja snúgva sær, tí teir ikki vilja játta nóg nógvar pengar til lestrarstuðul.
Okkara støða er púra greið: Útbúgvingarstuðulin skal taka við, tá farið verður undir eina miðnámsútbúgving. Tað er eingin meining í, at ein handilsskúlanæmingur ikki skal fáa lestrarstuðul - bara tí hann ikki er 18 ár!
Tað er heldur eingin meining í, at stuðulin hjá einum miðnámsskúlanæmingi ikki ein gang skal røkka til ferðaútreiðslur, og eigur skipanin at gerast soleiðis, at ferðing til og frá skúla ikki verður ein fíggjarligur trupulleiki.
Eitt av aðalmálunum hjá Javnaðarflokkinum er at tryggja at búsetingarmynstrið í Føroyum verður varðveitt kring landið. Tá tað samstundis er greitt, at vit ikki kunnu hava somu tilboð til øll allastaðni í landinum, so er neyðugt við skipanum, sum á annan hátt javnseta borgararnar.
Nei til at brúka arbeiðsleys sum buffara
----------------------------------------
Javnaðarflokkurin góðtekur ikki, at stórur partur av fólki okkara er uttan arbeiði og heldur ikki, at fleiri samfelagsuppgávur ikki verða røktar til fulnar, samstundis sum fólk eru arbeiðsleys.
Tað sum nú er við at henda er, at okkara samfelag er um at góðtaka, at vit seta ein bólk av okkara landsmonnum uttanfyri - tey arbeiðsleysu. Kapitalistiska samfelagið brúkar tey arbeiðsleysu sum buffara. Tað kapitalistiska samfelagið góðtekur, at vit brúka tey arbeiðsleysu at regulera búskapin í landinum við. Í Føroyum í dag merkir hetta, at føroyska samfelagið brúkar 2.000 av okkara landsmonnum sum búskaparliga stødpútu. Menniskju verða brúkt sum eitt búskaparligt amboð!!
Tað samfelagið, sum vit hugsa okkum, byggir á solidaritet. Tað byggir á virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Tað byggir eisini á tað búskaparliga frælsið, og at tey, sum ikki megna at náa hetta frælsi sjálv, verða hjálpt, so at tey ikki detta niður ímillum.
Mugu ikki gloyma veruleikan
---------------------------
Viðurskiftini millum ríkispartanar seinastu árini hava sett síni serligu spor - og eru eisini um at fáa valstríðið til hetta løgtingsvalið av sporinum.
Javnaðarflokkurin hevur gjørt greitt, at vit vilja broyta viðurskiftini við Danmark. Heimastýrislógin er gomul - 50 ár. Hon hevur tænt sína tíð, og skal broytast. Hon er ikki longur hóskandi stýringsamboð, tí har eru ov nógvir leysir endar og ov nógv ógreið viðurskifti.
Tí hava vit spælt út við eini sjálvstýrislóg, sum vit meina kann samansjóða tann politiska meirilutan í fólkinum, sum er fyri øktum sjálvstýri.
Men í øllum hesum tosinum um økt sjálvstýri, økt samband ella nýggja grundlóg mugu vit ansa eftir ikki at gloyma veruligu trupulleikarnar.
Vit mugu ikki gloyma:
-at framvegis eru 2000 føroyingar arbeiðsleysir
-at útbúgvingarstuðulin er afturútsigldur
-at pensjónsviðurskiftini eru afturútsigld
-at innanoyggja samferðslan er í skeljasori
-at spurningurin um uttanlandsskuldina er óloystur
-at bankaendurgjaldið hongur í leysum lofti
-at markna-trætan við bretar er óloyst
-at stórar ábøtur krevjast í heilsuverkinum
-at skúlaverkið liggur í órøkt
-at fiskiríkidømið verður søplað burtur
-at stórur partur av fiskinum fer rundur av landinum
-at menningin av nýggjum vinnum er steðgað upp
-at marknaðarviðurskiftini alsamt verða verri
-at vit enn ikki hava ført samfelag okkara inn í kunningartøknisøldina
-at íbúðarviðurskiftini hjá nógvum føroyingum eru sera trong
Vilt tú sum vit - at førdur verður ein politikkur, ið hevur tað eina endamál, at skapa góð og trygg kor fyri hvønn einstakan borgara í landinum - so vel Javnaðarflokkin.
Eirikur Lindenskov, Javnaðarflokkurin