Tað var eftir svenska ríkisdagsvalið í fjør, at seks av átta flokkm - allir uttan Svøríkisdemokratarnir og Vinstraflokkurin - gjørdu eina avtalu, sum tryggjaði svenska Javnaðarflokkinum at skipa stjórn, tí politiska støðan skuldi friðast.
Hetta var ein semja, hesir seks flokkarnir gjørdu um, at tað skuldi bera til at stjórna Svøríki við eini minnilutastjórn. Fyrst og fremst var orsøkin til avtaluna tó, at teir fyri ein og hvønn prís vildu halda høgravenda flokkinum, Svøríkisdemokratarnir, frá politiskari ávirkan.
Avtalan slept
Men nú hava borgarligu flokkarnir í Svøríki slept avtaluni, eftir at fyrst Kristdemokratarnir gjørdu tað. Tí er eingin avtala longur, og politiska landslagið í Svøríki er tí aftur meira opið, og dyrnar eru aftur gloppaðar fyri, at allir flokkar kunnu fáa ávirkan.
Men hóast hetta, er ikki líkt til, at stjórnarvaldið hjá Javnaðarflokkinum er hótt her og nú, hóast flokkurin ikki stendur serliga sterkur í meiningakanningunum, har Svøríkisdemokratarnir nú eiga meira enn fjórðahvønn veljara.
Í kjalarvørrinum á slitnaðu avtaluni millum teir seks flokkarnar, mælir formaðurin hjá Svøríkisdemokratunum, Jimmie Åkesson, nú til at nýval verður skrivað út, men lítið bendir á, at hann fær undirtøku fyri tí í løtuni.