Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður fyri Fólkaflokkin
------
Summarið er farið, og politiska arbeiðið við nýggjari tingsetu er byrjað aftur. Tó so, ikki kann sigast, at virksemið á politiska økinum hevur ligið stilt. Stórmál hava verið viðgjørd gjøgnum summarið, okkurt av teimum seriøst og í álvara og okkurt annað meira sum ein glantrileikur við politiskum høggum. Her hugsi eg um ES boykottið og viðgerðina av Skálafjarðartunlinum. Eg fari at loyva mær at viðgera hesi málini, men eisini onnur týdningarmikil viðurskifti. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 er framlagt, og harvið er eisini politiska orðaskiftið um búskap, skatt, vinnumøguleikar, fólkaflyting v.m. í gongd. Og omanfyri alt sveimar – enn sum áður – spurningurin um Føroya støðu sum fullveldistjóð.
Stríðið um sildakvotuna og ES boykottið
Einki er at ivast í, at Føroyar hava grein í sínum máli, tá ið um býtið av sildakvotuni ræður. Sjónarmiðini eru eisini væl framførd, bæði av fiskimálaráðharranum og embætisfólkunum, ikki minst frá teim løgfrøðiskønu. Politiska skipanin hevur eisini verið rættiliga samd, og tað gevur góða styrki. Vónandi og væntandi hava Føroyar eina góða søk, tá málið kemur fyri altjóða havrættardómstólin. Men helst tekur hetta langa tíð, og tað verður drúgt at liva við einum stongsli á ES marknaðinum og í ES havnum. Tí er gott, og tað ræður um, at føroyingar standa saman í stríðnum. Hetta er eitt stórmál, og tað eigur at prógva styrkina hjá føroysku tjóðini, tá ástendur. So vítt eg skilji støðuna, stríðast vit á tveimum mótum. Annað er í havrættardómstólinum, og hitt er við vanligu strandalanda samráðingunum um býtið av kvotunum. Í fyrra førinum er ES mótstøðuparturin, meðan øll hini 4 londini eru mótpartar við vanliga samráðingarborðið. Tað sær tíverri út til, at her eru norðmenn nakað tungir at dansa við. Eg vil ynskja okkara samráðingarfólki góða eydnu og gott hepni við teirra arbeiði.
Tunnlamálið
Líka so væl, sum sigast kann, at føroyingar standa saman í stríðnum móti ES, líka lítið hava teir víst samhald og skynsemi, tá tað snýr seg um heimligu útbyggingina av tunnilskervinum. Málið um Skálafjarðartunnillin hevur víst eina mynd av politiskum handalagi, tá tað er vánaligast. Tá ein roynir at fylgja við í orðaskiftinum um hendan tunnillin, hevur tað nærmast verið sum at hugt at einum glantrileiki. Syndabukkurin hevur í stóran mun verið Kári P. Højgaard. Møguliga hevur hann ikki avgreitt málið heilt professionelt, men harfrá og so at fáa allar skolurnar oman yvir seg frá bæði “lærdum og ólærdum”, er eitt langt lop. Fyri so ikki at tala um “loysnina” hjá løgmanni, sum var bara at koyra landsstýrismannin frá. Um nú nøkur loysn fæst á málinum er ivasamt, tí tað kemst ikki uttanum, at tað týdningarmesta í tunnilsproblematikkinum er at fáa samanbinding millum størru oyggjarnar. Sjálvt um ein Eysturoyartunnil hevur stóran týdning og hevur búskaparligan vøkstur við sær, so hevur fast samband við Sandoynna, og sum frálíður eisini Suðuroynna, nógv størri samfelagsligan týdning. Tí má ein tunnil í miðøkinum ikki forða fyri útbygging av landinum sum heild.
Annars dámar mær persónliga best uppskotið hjá Palla Gregoriussen um Eysturoyatunnillin, av teimum sum liggja í rættarnevndini.
Búskapur, vinnulív, skattaviðurskifti, fíggjarlóg v.m.
Hetta er ein fjølbroytt yvirskrift, men hesi øki hoyra øll saman. Tað verður ofta hildið, at landsins fíggjarlóg og samfelagsbúskapurin eru eitt og tað sama. Men so er ikki. Fíggjarlógin er ein partur av samfelagsbúskapinum – ein týðandi partur – men als ikki alt. Samfelagsbúskapurin byggir fyrst og fremst á framleiðslu í landinum. Væl at merkja framleiðslu í víðasta týdningi. Tað vil siga vinnuliga framleiðslu, lønarframleiðslu innan øll øki, bæði privat og almenn, sølu og keyp o.s.fr. Almenni framleiðsluparturin verður hildin innanfyri landsins fíggjarlóg og kommunalu fíggjarætlanirnar. Almennu útreiðslurnar eru um leið 5,5 mia. tilsamans, svarandi til um leið 40 % av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Samfelagsins bruttotjóðarúrtøka ella samlaða framleiðsla er um leið 14 mia. kr. Hendan hevur verið økjandi nøkur fá procent á hvørjum ári, partvís sum inflatión og partvís sum beinleiðis framleiðsluvøkstur.
Sostatt sæst, at “tað almenna”, t.v.s. landið og kommunurnar, taka um leið tveir fimtingar av samlaðu samfelagskøkuni til almenna nýtslu. Hesar almennu inntøkurnar stava mest frá skatti og avgjøldum (um leið 80 %), ríkisstudningi (um leið 11-12-%) og lántøku/undirskot (um leið 8 %). Hetta seinasta talið skiftir nakað tey ymisku árini. Upplýst er annars, at landskassans bruttoskuld nú er ca. 5,5 mia. kr. ella nøkulunda tað sama sum árligu almennu útreiðslurnar. Tað svarar so eisini til ca. 40 % av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Viðmerkjast skal eisini, at ríkisstuðulin ca. 640 mió. svarar til eini 4-5 % av bruttotjóðarframleiðsluni.
Um vit samanlíkna við onnur lond, so standa Føroyar seg rættiliga væl, ja, eru í tí frægara endanum, tá ið um tjóðarúrtøku, skuld og almennar útreiðslur ræður. Einasta land í okkara nánd, sum skarar burtur úr til tað betra, er Noreg. Tað er orsakað av oljuinntøkunum.
Í nøkur ár hevur landskassin havt hall, og harav økjandi lántøku. Sitandi landsstýri roynir at minka um hallið og harvið eisini um lántøkuna. Tað hevur bert lutvíst eydnast. Ætlanin um at fáa hallið heilt burtur í 2016 er næstan slept og útsett til 2017. Grundarlagið fyri at fáa yvirskot á fíggjarlógini er, at samfelagsframleiðslan økist. Og her snýr tað seg fyrst og fremst um, at vinnulívið økir sínar inntøkur. Vinnulívið í Føroyum er í dag nógv meira fjølbroytt enn tað var áður. Útlitini fyri vanliga fiskiskapinum eru kanska eitt sindur ivasom, men uppisjóvarfiskiskapurin hevur tað gott júst nú, og framleiðslan á landi veksur. Eisini hevur alivinnan tað gott. Vit síggja eisini framgongd á fleiri øðrum økjum, til dømis fær frálandavinnan størri og størri týdning. Eisini heilt nýggjar vinnur vísa seg, til dømis innan KT vinnuna.Ferðavinnan tekur seg eisini fram. Í heila tikið meti eg, at útlitini fyri føroyska vinnulívinum yvirhøvur eru góð. Vit hava nógv at takka føroyskum vinnulívsfólki og slóðbrótarum fyri.
Nakað hevur verið kjakast um, hvønn týdning tað hevur, at nógvir føroyingar arbeiða uttanlands. Eg meti tasð at vera sera positivt, at so mangir føroyingar, tað veri seg handverkarar, fiskimenn, ella skipsmenn, navigatørar og maskinmenn, arbeiða og vinna til lívsins uppihald í Noregi, Danmark, Bretlandi ella hvar tað skal vera. Serliga hugaligt er tað, tá hesir varveita bústaðin heima í Føroyum og familjan kann vera heima. Meginparturin av teirra inntøku kemur so heim. Um skattaskipanin kann broytast er og verður ein politiskur spurningur og samráðingarspurningur millum lond.
Tá ið talan er um almennar útreiðslur verður ofta í sama andadrátti sagt vælferð. Við vælferð skilst sum oftast at hava ráð til: heilsuverk, almenna og eldra forsorg, skúla- og útbúgvingarskipan o.s.fr. Men fyri at kunna hava vælferð krevst fyrst og fremst, at samfelagið hevur vælstand. Og fyri at menna vælstandin koma vit aftur til, at neyðugt er at økja framleiðsluna og arbeiðssemi. Arbeiðs- og virkishugur er tí grundarlagið undir øllum samfelagnum.
Skatta-og avgjaldspolitikkur
Fyri at fólk skulu hava virkishug, er eisini neyðugt, at fólk vinna nakað afturfyri. Tað er neyðugt, og eitt kent fyribrigdi, at tað skal loysa seg at arbeiða. Tí hevur tað stóran týdning fyri eitt land ella samfelag, hvussu skattaskipanin virkar. Í teim londum, sum hava ment vælferðartænasturnar mest hevur skattatrýstið verið harðast. Her kunnu vit serliga taka Norðurlond sum dømi. Men seinru árini sær út til, at skipanirnar ikki halda til tað longur. Sparingar og skerjingar á teim ymisku fíggjarlógunum verða framdar, og roynt verður at lækka skattirnar hjá teim hægru inntøkunum, sum hava verið harðast raktar av ovurskatting. Politiska skipanin í teim ymisku londunum hevur so smátt skilt, at skattur ikki er nakað, sum staturin eigur, men nakað sum staturin tekur frá teim sum eiga og hava forvunnið inntøkuna.
Núsitandi landsstýri og samgonga gjørdu eitt megnararbeiði, tá tann sokallaði flatskatturin varð samtyktur fyri sløkum tveimumm árum síðani. Tað var í tøkum tíma hetta varð gjørt, sjálvt um skatturin ikki vart heilt flatur. Størri inntøkurnar fáa framvegis ein lutfallsliga nakað hægri skatt. Hendan skipanin hevur fingið nógvar atfinningar, men einki er at ivast í, at sum frálíður verður hon góðtikin av flest øllum. Eisini verða líknandi skipanir so líðandi innførdar í teim londum, vit annars samanlíkna okkum við. Hon skal helst hava onkrar justeringar, men stórt sæð er hon røtt. Landskassans inntøkur frá hesi skattaskipan fara eisini at økjast í framtíðini. Eisini er skattingin av pensiónum eitt bragd. Tær verða nú skattaðar við inngjald, men ikki við útgjald. Tá er øll útgjaldingin skattafrí. Fyri skattaborgaran er tað stórt sæð líka mikið, um skattingin fer fram við inngjald ella útgjald. Munurin er, at landskassin heldur enn tryggingarfeløgini fær skattapeningin at arbeiða við.
Okkurt skatttatiltak hjá landsstýrinum virkar tó heldur løgi. Uppskot er lagt fram um eykaskatt á fiskivinnu- og alifeløg uppá 7 % av yvirskotið yvir 1 mió. kr. Hetta virkar darvandi fyri góð vinnuvirki og virkar í heila tikið ólogiskt. Um neyðugt er at fáa eitt sindur meira í landskassan, so var meiri regluligt, um tingið hækkaði vanliga partafelagsskattin fyri øll feløg eitt sindur. Hóskandi hevði helst verið at sett partafelagsskattin afur til 20 % frá teim núverandi 18 %. Ein skattur uppá 20 % er framvegis væl kappingarførur við flest øll onnur lond nærindis okkum. Tey flestu hava eitt partafelags skattaprocent millum eini 23 og 26.
Spurningurin um eitt serligt tilfeingisgjald afturfyri at fáa lut í einum tilfeingi kann altíð kjakast um. Men um slíkt skal gerast, so lat tað vera við varsemi.
Onkrar viðmerkingar afturat
Ein partur av yvirskriftini var politiska umhvørvið. Eg royni at fylgja við á føroysku miðlunum um hendingar, sum fara fram á ymiskum økjum, ikki minst teim politisku. Politikkarar skriva og úttala seg. Viðmerkjarar skriva og úttala seg. Og “vanlig” fólk hava viðmerkingar, mest á netinum og portalum. Eg kann ikki lata vera við at lesa ein stóran part av tí. Men at siga, at tað er uppbyggjandi lesnaður er ikki í tráð við sannleikan. Eitt at gera sakligar atfinningar móti tí politikki landsstýrið og samgongan føra, men tann niðurgering og tað óhøviska orðalag, sum meginparturin av teim skrivandi hava, finnur neyvan sín líka millum vanlig hampafólk. Tíbetur er tað nøkulunda tey somu 20-30 fólkini sum ganga aftur í teim flestu viðmerkingunum.
Flestu politisku viðmerkjarnir leggja eftir Fólkaflokkinum, og taka nærmast synd í Sambandsflokkinum. Hesin flokkur átti heldur at veri glaður um at vera í samgongu við ein politiskan flokk, sum fær nakað av skafti. Og tað haldi eg eisi, at hann er. Tó vil eg finnast at báðum flokkunum fyri at hava hækkað ríkisstuðulin við prísvøkstrinum. Tað var betri ógjørft. Heldur skuldi veri arbeitt dúgligari á leiðini móti meira sjálvstýri. Nú er bert hálvt valskeið eftir at náa málinum hjá løgmanni: at skipa eitt Ríkjasamband av trimum sjálvstøðuðum londum.