Fólkaflokkurin hevur í samgongusamstarvinum fingið nógv av sínum prinsippmálum ígjøgnum, hóast teir bert eru næststørsti flokkur í samgonguni ? seinast PF Vágatunnilin. Tjóðveldisflokkurin hevur alment kritiserað ætlanina, men hevur vent, tí fullveldismálið verður sett upp ímóti øllum øðrum. Hettar, at fullveldismálið verður sett upp ímóti gerandisdagsmálum er ein vansi, ið m.a. tjóðveldistingmaðurin úr Eysturoynni hevur víst á.
Fólkaflokkurin brúkar við øðrum orðum fullveldismálið til at fáa síni prinsippmál ígjøgnum. Hettar má sigast at vera ein rættiliga heppin støða fyri Fólkaflokkin. Teir fáa síni ting ígjøgnum aftur fyri fullveldismálið, ið so at siga er einasta fingramerki hjá Tjóðveldisflokkinum í hesari samgongu.
Um samgonguslit varð í dag, so er spurningurin, hvørji avrik Tjóðveldisflokkurin hevði havt at víst á. Longur teir slaka fyri Fólkaflokkinum í gerandisdagsmálum og málum, sum pensiónsskipanir o.a., meiri hava teir at missa, um samgongan slitnar áðrenn nakað fullveldi. Hettar er ein ónd ringrás, ið ikki gagnar føroyska vælferðarsamfelagnum, ið dagliga verður undirminerað av eini gongd, ið m.a. er stungin út í kortið av Caragata álitinum. Tjóðveldisflokkurin er argur inn á m.a. Javnaðarflokkin og ákærir flokkin fyri at taka sær einarætt upp á vælferðarsamfelagið. Rætt skal vera rætt, Tjóðveldisflokkurin hevur mangan verið ein góður stuðul hjá Javnaðarflokkinum í slíkum málum, m.a. tá Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin varð stovnsettur. Tjóðveldisflokkurin hevur í hesari samgonguni fleiri høvi at prógva fyri veljarnum, at teir framvegis stuðla grundsjónarmiðnum um eitt samhaldsfast samfelag. Lunnar verða lagdir undir brúkaragjald í føroyska vegakervinum, meðan Tjóðveldið bert hyggur at og enntá tekur undir við hesum. Pensiónsskipanin verður umlagd til ?hvør er sær sjálvum næstur? prinsippið, og hesum tekur Tjóðveldið eftir øllum at døma eisini undir við.
Fólkaflokkurin dugir eftir øllum at døma væl politiskt talv. Tað, at teir fáa síni mál ígjøgnum við at seta loysingina upp ímóti, er ikki eindømi. Hettar gjørdi Fólkaflokkurin eisini, tá Sambandsflokkurin hevði løgmann, men bert við øvugtum fortekni. Tá lovaði Fólkaflokkurin at lata vera við at tosa um loysing afturfyri at fáa síni prinsippmál ígjøgnum.
Løgið, at tað gongur enn einaferð, bert við øvugtum fortekni hesa ferðina. Tað má sigast at vera væl telvað hjá teimum.