Margretha drotning er farin undir almenna vitjan í Føroyum. Í dag vitjar hon í Havn, og næstu dagarnar fer hon á ymisk støð kring landið.
Nógv verður gjørt burtur úr trygdini, tá ið tey kongaligu vísa seg á almennum støðum. Løgreglufólk og lívverjar eru á vakt, og støðini, har drotningin skal vitja, verða eisini væl og virðiliga kanna.
Fyri løtu síðani kannaðu tveir politistar við servandum hundi trappuna í Vágsbotni í Havn, har drotningin skal vitja seinnapartin.
Hundurin er servandur at finna illgrunasamar lutir og annað – eitt nú spreingievni – og hann varð sendur runt á trappuni at sneyta – eitt nú vóru ljóðtøkniligu lutirnir og planturnar kannað. Einki illgrunasamt var at finna.