Politistubbar

Løgreglan í Klaksvík arbeiðsleys
Tað hevur verið eitt serstakliga friðarligt vikuskifti í Klaksvík. Vakthavandi hjá løgregluni í Norðoyggjum sigur, at veðrið hevur verið av tí allarbesta, og hetta sæst eisini aftur í atburðinum hjá fólki.
Vakthavandi sigur, at løgreglan í Klaksvík ongar fráboðanir av nøkrum slag hava verið farna vikuskifti, og tað er sjálvsagt bara at gleðast um.


Tikin fyri rúsdrekkakoyring
Hjá løgregluni í Eysturoynni var ikki nógv at gera í vikuskiftinum. Paragraf 13 kanningar vóru gjørdar, men umframt hetta var ógvuliga friðarligt.
Ein bilførari bleiv tó tikin fyri at koyra við kenning stutt eftir midnátt leygarkvøldið. Blóðroynd bleiv tikin, og nú verður so bíða eftir úrslitinum.


Stórur materiellur skaði
Leygarmorgunin rendu tveir bilar saman á Vegnum Langa beint við Djúpagilsvegin í Hoyvík.
Stoyturin var harður, og báðir bilarnir fingu sera stóran skaða. Tíbetur var eingin fólkaskaði. Báðir bilarnir blivu togaðir burtur, tí at teir ikki kundu koyra sjálvir.
Tann eini bilførarin fekk blóðroynd tikna, tí at illgruni var um, at hann koyrdi við kenning.