Pólland hevur sekkjað venjaran

Manslandsliðið: Evropameistarin frá 2012 náddi bara seks dystir sum landsliðsvenjari hjá Póllandi

Mynd: (Scanpix)

Pólska fótbóltssambandið boðar frá, at Fernando Santos er koyrdur sum landsliðsvenjari. Tað eru bara tríggir mánaðir og seks dystir síðani hann tók við. Fernando Santos yvirlivdi dystin móti Føroyum, men fekk sparkið eftir at hava tap 2-0 í Albania.

 

68 ára gamli portugisin sat í átta ár sum landsliðsvenjari hjá Portugal, har hann millum annað vann Nations League og EM. Tí vóru ávísar vónir til hansara sum venjara hjá Póllandi, men við trimum ósigrum í seks dystum bleiv hann koyrdur.

 

Serliga er tað ósigurin fyri Moldova, sum svíður. Pólland var á odda 2-0, men endaði við at tapa 3-2. Pólland hevur bara fýra stig og tað er ikki góðkent. Fernando Santos verður sostatt ikki venjari, tá Póllandi seinni í ár kemur á Tórsvøll.

 

Mynd: (Scanpix)