Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, varð í gjár endurgivin fyri at siga, at nú fer Pólland ikki at lata Ukraina fleiri vápn.
Orsøkin er, at stríð er millum londini um ukrainska kornútflutningin, sum gongur útyvir pólska útflutningin.
Sum skilst, hevur Pólland nógvar kornbøndur.
Tað var í einari sjónvarpssending á Polsat News, at forsætisráðharrin skuldi vera komin við útsagnunum um vápnaveitingar til Ukraina.
Men, í dag sigur pólski forsetin, Andrzej Duda, at útsagnirnar hjá forsætisráðharranum eru mistulkaðar á ringast møguligan hátt, sum hann tekur til.
- Eftir mínari meining meinti forsætisráðharrin, at Pólland fer ikki at lata Ukraina tey nýggjastu vápnini, sum vit nú keypa fyri at nútímansgera pólska herin.
Soleiðis segði pólski forsetin, Andrzej Duda, við pólsku sjónvarpsrásina, TVN24, í dag. Tað er forsetin, sum er á myndini ovast á hesi síðuni.