SKÁLA-GÍ
Gøtumenn fara seinnapartin við bivandi hjarta út á Skála. Samstundis sum teir fara út um Gøtueið, so fara hugsanirnar eisini inn um Varmakeldueið. Uppgávan á Skála er stór, men í GÍ ætla teir sær at stríðast fyri at loysa hana. Og um tað ikki eydnast, so fer møguligur ÍF sigur á heimavølli móti TB at leingja lívið hjá GÍ í bestu deildini í hvussu so er í eina viku!
- Vit kunnu ikki líta á aðrar. Hjá okkum ræður um at fáa stig og vinna. Um tað eydnast, so fara vit ikki at flyta beinleiðis niður. Vit kenna støðuna, og spælararnir vístu síðsta sunnudag móti B36, at teir eru uppsettir og sinnaðir at arbeiða fyri søkini, staðfestir hjálparvenjarin Pauli Jarnskor. Hann spældi fyri fyrstu ferð á besta GÍ liðnum í 1982 ella tvey ár eftir, at teir vóru fluttir upp. Síðani hevur hann burtursæð frá einum ári í Fuglafirði verið í Sarpugerði og við GÍ vunnið nógv gull og skreyt. Seinasta gullið vunnu teir á Ólavsøku, tá ið GÍ vann Løgmanssteypið.
- Í steypakappingini vunnu vit í hálvfinaluni 3-1 móti Skála. Tað hevði verið framúr, um vit kundu endurtikið tann sigurin í dag. Men tað verður ógvuliga torført, heldur Pauli Jarnskor.
Í Gøtu eru allir spælararnir tøkir uttan Magni Jarnskor. Hann varð innskiftur móti B36, og tá sá hann gult fyri fimtu ferð í ár.
Tað er greitt, at Krzystof Popczynski í dag verður at síggja fyri síðstu ferð á GÍ liðnum um endastøðan verður onnur enn 9. plássið. Popczynski verður ikki í Gøtu næsta ár. Hann er í FSF høpi farin undir hægstu venjaraútbúgvingina í Føroyum. Fleiri søgur hava verið um, at hann skal venja eitt nú HB og VB, men enn hevur einki alment verið at frætt um, hvar meistaravenjarin hjá VB í 2000 skal starvast næsta kappingarár.
Á Skála publiserað teir í dag nýggja fløgu. Hon verður seld fyri 120 krónur. Á fløguni eru sjey sangir, sum allir snúgva seg um fótbóltin á Skála. Lokalar kreftir standa aftanfyri. Jens L. Thomsen hevur havt høvuðsábyrgdina av at leggja til rættis. Bjartur F. Johannesen og Hans Jákup Kollslíð eru eisini sentralir, og onnur nøvn eru Helena Christiansen, Jóna Thomsen, Magni Højgaard, Svein Thomsen, Rúni Haraldsen og James Olsen.
- Tað hevði verið hugaligt, um vit umframt nýggju fløguna eisini høvdu vunnið meistaraskapin í dag. Vit mugu gera okkara besta. Um tað eydnast at vinna í dag, so verður endastøðan í hvussu so er silvur krónurnar, og tað hevði verið besta endastøðan nakrantíð hjá Skála. Um tað skal verða fínari enn gull verður upp til havnarfeløgini at avgera, staðfestir Skála formaðurin, Hans Jákup Andreasen.
Eru tit vónbrotnir av, at tað ikki eru tit, sum hava avgerðina í tykkara hondum?
- Sjálvandi er tað hugaligari at vinna FM, enn tað er at vinna alt annað. Vit mugu staðfesta, at skaðarnir í heyst hava kostað fleiri stig. Tað var meint, at vit mistu málverjan, hóast Eugen Voda í flestu førum hevur staðið væl, og á Sevmýri var tað heilt týðuligt, at vit ikki megnaðu at vera fleiri lyklaspælarar fyri uttan. Um tað gongur heilt illa í síðsta umfarinum, so kunnu vit missa bronsukrónurnar. Tað hevði verið stórt vónbrot. Um tað eydnast at vinna silvur, so fara vit heldur at fegnast um tað, enn vit fara at iðra okkum um gullkrónurnar sum eitt langt skifti hava verið í eygsjón.
Hvønn stigamiss ert tú mest vónbrotin av?
- Tá ið vit í fimta umfarinum taptu 1-0 á heimavølli móti VB. Tá høvdu vit allar spælararnar tøkar. Tapið var púra óneyðugt, og nú høvdu tey trý stigini komið væl við at havt, heldur Hans Jákup Andreasen.
Liðformaðurin, Pauli G. Hansen, er leikbannaður. Bjarni Jørgensen verður ikki við, og tað verður Alexandur Johansen heldur ikki. Eingin endi tykist vera á skaðunum, sum hann hevur verið plágaður av í ár. Pætur Dam Jacobsen fekk ein løst á Eiði. Hann hevur ikki vant við fullari ferð í hesi vikuni, men teir vóna og rokna við, at hann fer at spæla í dag.