Almannastovan
? Almannastovan skal nærri borgaranum.
Hetta er herrópið, nú Almannastovan er farin undir at kollvelta arbeiðsgongdina .
Er tað nakar almennur stovnur, sum hevur borið orð fyri at virka illa, er tað júst Almannastovan og endamálið við at leggja arbeiðsgongdina um, er júst fyri at kunna veita eina betri tænastu.
Og leiðslan á Almannastovuni hevur vónir um, at tá ið bygnaðarbroytingarnar eru lidnar, fer borgarin eisini at føla tað soleiðis, at tænastan á Almannastovuni er nógv batnað.
Seinastu tíðina hevur Almannastovan ferðast kring landið, har hon hevur greitt barnaverndarlimum, pedagokum, lærarum, kommunustýrislimum og annars øllum, sum regluliga samskifta við stovnin, frá teimum broytingum, sum eru í ferð við at verða settar í verk.
Men tað er eisini eitt stórt tiltak at umskipa arbeiðsgongdina á Almannastovuni, tí virksemið er so umfatandi.
?Almannastovan umsitur meiri enn ein triðing av landsins fíggjarlóg. Hon betalir 800 milliónir um árið í ymsum veitingum og hon hevur ikki færri enn eini 10.000 viðskiftafólk, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni.
Sostatt eru tað ógvuliga fá húski, sum Almannastovan ikki hevur samband við onkusvegna, ella sum í misnta lagi kenna okkurt viðskiftafólk hjá Almannastovuni.
Vit hava fingið hana at greiða okkum frá í stuttum um tær broytingar, sum verða gjørdar á Almannastovuni í hesum døgum.
Portrið til Almannastovuna víðari
Hon sigur, at Almannastovan hevur fýra økisdeildir kring landið. Ein deild er í Norðoyggjum, har fýra størv eru, ein deild er í Eysturoy við átta størvum, ein deild er í Streymoy við 11 fólkum og ein deild er í Suðuroy við fýra fólkum.
Sostatt arbeiða 27 fólk á økisdeildunum hjá Almannastovuni.
Tó skal leggjast afturat, at allar deildirnar eru ikki heilt fullmannaðar í løtuni.
Men afturat hesum koma so sjálvsagt tey, sum arbeiða á høvuðssætinum hjá Almannastovuni, ið er í sama húsið sum økisdeildin fyri Streymoy.
Higartil hevur arbeiðið verið skipað soleiðis, at økisdeildirnar hava havt avmarkaðar heimildir, men tað er nú broytt.
?Tær ymsu økisdeildirnar hava fingið øktar heimildir til at avgreiða mál, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
?Higartil hevur tað verið so, at næstan øll mál, sum verða send Almannastovuni, hava verið avgreidd í Havn. Men hereftir verður tað so, at tey allarflestu málini verða avgreitt úti á økisdeildunum. Sostatt vera tað bara teir størstu og mest samansettu trupulleikarnir, sum økisdeildin ikki kann avgreiða
? Hereftir skulu viðskiftafólk okkara sostatt altíð venda sær til sína egnu økisdeild, tá ið tey hava ørindi til Almannastovuna.
? Antin avgreiðir økisdeildin so sjálv málið, ella hon beinir tað víðari , tá ið talan um størri mál.
Higartil hevur tað verið so, at hvørt einstakt starvsfólk á Almannastovuni hevur havt eitt ávíst tal av p-tølum undir sær at umsita.
? Hetta verður nú broytt, so at starvsfólkini arbeiða í smáum toymum, sum umsita heil øki. Almannastovan hevur skipað trý toymi, eitt barnaforsorgartoymi, eitt brektoymi og eitt arbeiðsmarknaðartoymi.
? Hvørt toymi umsitur sostatt eitt heilt økið. Tað merkir so fyri brúkaran, at hann eigur altíð at fáa svar uppá teir spurningar, hann hevur. Men er talan um ein truplan spurning er sjálvsagt ikki altíð, at svarið kann gevast uppá standandi fót.
Tænastan til tann einstaka brúkaran er sostatt ikki longur tengt at, um eitt ávíst starvsfólk er til arbeiðis ella ikki.
? At tað verða fleiri fólk á Almannastovuni, sum arbeiða við sama málið, átti at ført við sær, at tað skuldi borið til at givið skjótari svar, enn tað oftani ber til at gera nú.
? Men hetta merkir so eisini, at tann einstaki brúkarin kann so heldur ikki spyrja eftir ávísum starvsfólkum, sigur stjórin á Almannastovuni.
Hesi toymini eru eisini landsumfatandi og í teimum er servitanin innan tey ymsu økini savnað.
Mál, sum eru so trupul og umfatandi, at økisdeildin ikki sjálv kann taka støðu til tey, verða so send víðari til heis toymini at viðgera.
Men viðgerðin skal fara fram úti á økisdeildunum .
Petra Johnsdóttir Joensen sigur, at ætlanin er at hesi trý toymini regluliga skulu fara út á økisdeildirnar at halda fundir og at avgreiða tey mál, sum liggja. Hvussu ofta tað verður, veldst um, hvussu ofta tað ber til við teirri manning, Almannastovan hevur.
? Okkurt toymið hevur verið úti á hvørjari deild einaferð, tvær ferðir um vikuna, men í onkrum førum kann tað verða aðruhvørja viku.
Hon leggur afturat, at í sambandi við bygnaðarbroytingarnar, hava øll starvsfólkini á almannastovuni verið til eftirútbúgvingar fyri at kunna átaka sær nýggju avbjóðingina.
Tað hevur oftani verið víst á, at almannastovan er so illa mannað og at tað er ein orsøk til, at avgreiðslutíðin hevur verið nakað long. Fer hetta at bøta um støðuna?
? Tað er eyðsæð, at manningin er ikki stór afturímóti tí sera stóra og umfatandi arbeiðsøkið, vit hava. Men Tað, sum vit gjørt, er at umskipa okkum sum best við teirri manning, vit hava, er tað einasta, stjórin vil siga um manningarspurningin.
Sum eitt lið í at bøta um tænastuna, er Almannastovan eisini frá 1. september farin at svara telefonini hvønn dag frá klokkan 9-15 og tað er væl longri enn higartil.
Tað sosiala Føroyakortið
Almannastovan hevur eisini gjørt eitt, tey nevna eitt sosialt føroyakort.
Hetta er eitt føroyakort, sum vísir, hvussu útreiðslurnar hjá almannaverkinum býta seg sundur ímillum tey ymsu økini í landinum. Í talvunum sæst eisini, hvussu útreiðslurnar eru eftir fólkatalinum í teimum ymsu økjunum.
Almannastovan hevur gjørt hetta kortið sum eitt lið í royndunum at lýsa virksemið hjá Almannastovuni.
Men hon hevur ikki gjørt kanningar sum vísa, hvussu tað ber til, at útreiðslurnar býta seg soleiðis sundur ímillum tey ymsu økini, sum tær gera.
Yvirhøvur kann sigast um kortið, at tað vísur, at tað yvirhøvur er soleiðis, at í miðstaðarøkinum eru útreiðslurnar hjá almannaverkinum lutfalsliga minni eftir fólkatalinum, men úti um landið eru útreiðslurnar lutfalsliga størri.