Portugisarnir fingið alt sítt

Marner Lisberg, reiðari á Suðringi, sigur, at teir báðir portugisarnir hava fingið 30.000 krónur í part tan mánaðin, teir hava veirð við skipinum, eins og allar aðrar avtalur eru hildnar

Reiðarin á Suðringi avvísir øllum ákærum, sum Jan Højgaard setur fram ímóti honum.
Tað er staðfest í einum dómi í Landsrættinum, at skip, sum bara sjáldan eru í Føroyum, kunnu hava útlendingar umborð uttan at teir hava arbeiðs- ella uppihaldsloyvi í Føroyum.
- Tað vóru portugisarnir, sum umvegis ein føroying, kontaktaðu meg um kjans við Suðringi. Og tá vit fiskaðu uttan fyri Føroyar hildu vit, at hetta kundi verið ein máti at tálma útreiðslurnar. Vit gjørdu eina avtalu við teir báðar portugisarnar um 3.000 evrur um mánaðin í teir báðar mánaðirnar, teir skuldu verða umborð, sigur Marner Lisberg.
Tað, sum síðani hendi, var, at Suðringur fór á makrelveiði, og tí komu teir til Føroya at taka reiðskap umborð.
- Vit høvdu í góðari tíð sent mynstringarlistan til Tvøroyri, og tað er einasta orsøkin til, at myndugleikarnir varnaðust, at teir báðir portugisarnir vóru umborð. Vit kundu havt valt at senda teir heim, meðan vit fiskaðu makrel, men vit hildu okkum vera á tryggari grund orsakað av dóminum í Landsrættinum, sigur Marner Lisberg.

Hildið allar skyldur
Reiðarin á Suðringi sigur, at hann væl skilir, at menn gerast í ørviti, tá teir hoyra um upphæddirnar sum føroyingar fáa, men hann vísir á, at avtalur eru gjørdar við hesar báðar portugisarnar, sum hann metir eru góðar – serliga tá hugsað verður um lønarlagið í Portugal.
- Orsøkin til, at vit yvirhøvur hava hugsað í hesum banum við útlendingum umborð er hon, at oljan er vorðin so ógvuliga dýr. Samstundir er Jan Højgaard ikki at tosa við um at bera ein part av oljuútreiðslunum, og við dóminum í Landsrættinum eru vit jú innan fyri lóg og rætt, sigur Marner Lisberg.
At hann skal hava stungið hýrunar hjá hesum báðum portugisunum í egnan lumma og keypt summarhús fyri pengarnar, hevur hann ikki nógvar viðmerkingar til.
- Hevði tað bara verið so væl. Tað er so tungt at reka ein lemmatrolara í dag, at tú næstan hevur hug at leggja kongin. Vit hava so valt at royna at hóra undan, og tað er eingin reiðari av lemmatrolarum, sum kunnu keypa summarhús. Í hvussu er ikki av tí, sum trolararnir kasta av sær, sigur Marner Lisberg.
Hann avvísir sostatt allar ákærur, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum setur fram ímóti sær.
- Vit hava hildið allar skyldur mótvegis portugisunum, slær Marner Lisberg fast.