Positiv gongd á Landssjúkrahúsinum

   

Á einum so stórum arbeiðsplássi sum Landssjúkrahúsinum, við yvir 600 ársverkum og 800 høvdum, slepst ikki undan, at tað til tíðir eru tvídráttir og ymsar meiningar um, hvussu tingini skulu hanga saman. Tað skal tað eisini verða, tí annars er vandi fyri, at alt stendur í stað og so er eingin framburður.
Ósemjur á Landssjúkrahúsinum finna tíverri ov ofta veg til yvirskriftirnar í fjølmiðlunum, hóast tær áttu at verið loystar innanhýsis. Síðst hevur tað verið tvídrátturin millum yvirlæknarnar á skurðdeplinum og sjúkrahúsleiðsluna. Málið hevur snúð seg um, at yvirlæknarnir hava verið misnøgdir við, hvussu leiðslan hevur útint sínar uppgávur og hava teir mælt til eina endurskoðan av leiðslubygnaðinum.
Landsstýrismaðurin kom inn í málið og hevur gjørt sína niðurstøðu. Hon er at leiðslubygnaðurin ikki verður broyttur í løtuni. Men sjónarmiðini hjá yvirlæknunum vilja innganga í eina støðuga eftirmeting av leiðslubygnaðinum á sjúkrahúsinum. Landsstýrismaðurin hevur haft eitt gott samstarv við sjúkrahúsleiðsluna og í mun til yvirlæknarnar, verður mælt til ein betri dialog og at hugt verður frameftir.
Fjølmiðlarnir hava serliga valt at endurgeva úr tilfari, sum yvirlæknarnir førdu framm á eini munnligari hoyring í Familju- og Heilsumálaráðnum tann 6. mai í ár. Skrivligu viðmerkingarnar, sum leiðslan kom við aftaná, vísti á fleiri misskiljingar og faktuellar feilir, men hetta hevur ikki haft sama áhuga, hóast fjølmiðlarnir eisini hava fingið innlit í hetta tilfarið.
Sosialurin hevur brúkt skjalatilfar, sum ikki er fingið gjøgnum umbøn um alment innlit. Blaðið hevur tíverri ikki kent sínar etisku greinsir fyri, hvussu slíkt tilfar átti at verið handfarið.
Í tvídráttinum millum yvirlæknarnar á skurðdeplinum og sjúkrahúsleiðsluna, hevur kanska verið tikið nakað harðliga til orðanna onkuntíð. Men sum heild hevur ósemjan verið handterað á einum rættuliga sømuligum støði. Í eina tíð hevur verið bíðað eftir niðurstøðuni hjá landsstýrismanninum, men sjúkrahúsleiðsla og yvirlæknarnir á skurðdeplinum eru komin víðari og eru samd í at hyggja frameftir og rætta upp á feilirnir í samskiftinum.
Landssjúkrahúsið hevur nógvar spennandi avbjóðingar fyri framman. Um eitt hálvt ár skal nýggjur sjúkrahúsbygningur takast í nýtslu og hesin gevur sera góðar møguleikar fyri at endurskoða og betra um sjúklingagongdirnar á sjúkrahúsinum. Hetta er nakað sum kann viðføra stórar batar fyri bæði sjúklingar og starvsfólk.
Tað er sera týdningar-mikið, at menningargongdin sum nú er sett í verk, hevur eina breiða undirtøku á sjúkrahúsinum og at tey, sum hava tað neyva innlitið í tey ymsu økini, eru virkin og við í hesum arbeiðinum. Tað eru nógvir partar, sum skulu samskipast og spæla væl saman, fyri at úrslitið skal blíva gott.