Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður fyri Fólkaflokkin
----
Fyri løtu síðani las eg tíðindi um eina iverksetarakapping millum ungfólk. Føroysku vinnarnir vóru tríggir ungir menn frá Føroya Handilsskúla. Teir høvdu gjørt eitt projekt um framleiðslu av salti úr havinum rundan um Føroyar. Sum føroyskir vinnarar fóru teir víðari til donsku kappingina og gjørdust aftur vinnarar har. Síðani skulu teir víðari út í Europa. Eg taki hetta fram sum eitt dømi um, at tað finnast ungfólk í Føroyum, sum við ágrýtni og positivum hugburði fáa gjørt vart við seg og lætta sær upp frá tí svartskygni, sum annars er við at køva føroyska lívsandan.
Fleiri eru nøgd
Tað eru nøkur fyribrigdi, sum eru nógv frammi í almenna orðaskiftinum í Føroyum fyri tíðina. Eitt er nøgdsemi, sum er íkomið av eini nøgdsemiskanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt. Tað áhugaverda við hesi kanning er, at fyri stóran part eru føroyingar nøgdir við sínar umstøður og lívsviðurskifti. Ja, meiri nøgdir enn flestu onnur fólk. Hetta kemur mær fyri at vera eitt sindur í andsøgn við tað, ein heldur seg fáa fatan av, tá ein lesur og hoyrir og sær tað, sum kemur frá “debattørum” í føroyskum bløðum, kringvarpi, portalum og ikki minst undirgreina-viðmerkjarum.
Men hetta sigur mær somikið, at vanligi føroyingurin, tá samanum kemur, ikki er so spiltur av tí hugburði, sum sýnir seg í tí orðalagi, sum áðurnevndu debattørar nýta.
Fráflytingin
Samstundis sum nøgdsemi hóast alt sær út til at vera til staðar, hevur nógv verið frammi í seinastuni um fólkafráflytingina úr Føroyum og manglandi fólkavøksturin. Hetta er sjálvandi ein sera viðkomandi og grundleggjandi spurningur. Og tí er tað gott, at arbeitt verður við hesum problematikkinum, og tað at ein væl gjøgnumarbeitt heildarætlan um hesi viðurskifti hevur sæð dagsins ljós er at gleðast um. Tað, sum tí nú ræður um, er at duga at brúka eina slíka ætlan sum ígongdsetanarhjálp bæði hjá politisku myndugleikunum og hjá fólki sum heild.
Vit mugu gera okkum greitt, at fráflyting hevur fleiri orsøkir. Tað er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi. Nútíðar globaliseringin og møguleikarnir at ferðast hevur havt við sær, at fólk yvirhøvur hava nógv lættari við at støðast á fremmandum støðum enn áður. Men sjálvandi hava viðurskiftini í eins egna landi sera stóran týdning. Fyrst og fremst krevst, at ein hevur tokka til eins egna land, og at ein kennir seg væl í landinum millum sínar landsmenn. Fólka- og tjóðarlyndi hevur sostatt stóran týdning, tað at hugburðurin er positivur. Hetta er tað, sum er grundarlagið undir góðum livi- og menningarumstøðum. Eru hesi viðurskifti góð vilja flestu fólk leita heimaftur til føðilandi.
Framburður
Allar góðar kreftir eiga tí at virka fyri framburði og menning. Bæði vanligi almenningurin og tey sum hava politisku ábyrgdina av at stýra landinum. Hetta var orsøkin til at eg byrjaði við teimum trimum dreingjunum frá Handilsskúlanum og teirra ígongdsetanarvirksemi. Men vit kunnu fara víðari og taka onnur positiv dømi fram úr nútíðar Føroyum. Fyri stuttum samtykti Løgtingið (endiliga) at fara undir byggingina av læristovninum úti í Marknagili. Hetta er stórt framstig, bæði tí stórt arbeiðsvirksemi fer í gongd, men uppaftur meira tí útbúgvingarmøguleikarnir hjá ungfólki gerast munandi betur.
Eitt annað dømi, sum kann takast fram er Skansin Off Shore. Eitt stórt nýtt skip er júst keypt, so nú eru fimm skip tilsamans, og fleiri hundrað mans hava arbeiði. Hetta er nýggj vinna, sum sær út til at hava góðar framtíðarmøguleikar. Føroyingar hava sostatt stórar møguleikar, bæði heima og burturi. Nevnast kunnu afturat stóra menningin av alivinnuni og føroyska luttøkan í altjóða oljuvinnuni. Í heila tikið skuldi góðir møguleikar veri fyri, at føroyingar, sum eina tíð fara uttanlands, hava nakað at koma heimaftur til. Tað er slíkt, sum gevur mær eina positiva kenslu av framtíðarvánunum hjá Føroya landi. Men sjálvt um teir ikki altíð koma heimaftur, so síggja vit mong dømi um, at teir virka væl í øðrum londum og gera Føroya landi æru.
Politiska virksemi
Hyggja vit hinvegin at tí politiska umhvørvinum, so sær støðan eitt sindur meira fløkjaslig út. Ikki tí, mangt er eisini positivt har. Sjálvt um stríðast skal fyri tí, so hevur tað eydnast fiskimálaráðharranum, í øllum førum fyri eina tíð, at tilluta Føroyum eina rímuliga stóra silda- og makrelkvotu. Hetta hevur stórt beinleiðis peningavirði fyri samfelagið og er arbeiðs- og virðisskapandi.
Førdi fíggjar- og búskaparpolitkkurin hevur annars eisini við sær, at samfelagsbúskapurin stabiliserast, at fíggjarlógarhallið er í minking, at arbeiðsloysið eisini er í – hóast spakuligari – minking, og at samfelagsgongdin sær heldur ljósari út. Eg kann ikki lata vera við aftur at nevna tann sokallaða flatskattin. Eg havi áður róst hesi skipan. Nakrar smávegis justeringar eru helst fyri neyðini, men tá tær eru gjørdar, verður hendan skipan ein tann besta, sum finnst. Nøkur lond hava líknandi skipanir, og onnur eru í ferð við at fáa sær eina slíka og niðurlaga tann sokallaða “toppskattin”.
Fyri at koma aftur til nøgdsemiskanningina, so haldi eg, at føroyingar hava góða orsøk til at vera nøgdir við umstøðurnar teir búleikast undir, ikki minst tá samanborið verður við umstøðurnar í mongum øðrum londum. Tað sum skal til fyri at hetta kann halda fram, er, at virkishugurin, sum áður nevndu vinnuinnitiativ eru dømi um, halda fram, og at fleiri tílík vísa seg í framtíðini.
Orrusta á tingi
Men alt er tíverri ikki so ljósareytt. Tá vit koma til politiska umhvørvi stendur ikki so væl til. Sum eygleiðari til politiska orðaskifti bæði á tingi og miðlunum verður ein rættiliga vónbrotin. Eitt er, at politkkarar og onnur, sum luttaka, eru ósamd, men harfyri kann ein halda seg til vanligan fólkaskikk. Í Degi og Viku um dagarnar sá eg eitt brot frá orðaskifti á tingi, har tingkvinnan Kristina Háfoss beinleiðis (í øllum førum ikki væl innballað) skuldsetti landsstýrismannin Jacob Vestergaard fyri at vera ein “crook”, tað vil umsett til føroyskt siga ein svikara ella brotsmann ella ein óheiðurligan persón. Hon legði samstundis upp til, at landsstýrismaðurin skuldi mótprógva hennara pástandum. Hevur ein hoyrt slíkt? Og tað frá landsins fremsta røðarapalli og við lóggivnum immuniteti !! At bera slíkt fram grundað á slatur og sleyg í einum parlamenti, tað er ikki bara skomm. Ein hvør rætthugsandi persónur missir alla virðing fyri einumj slíkum tingfólki. At so floksformaður hennar ikki var stórt frægari ger ikki sakina stórt betur. Tað er munur á at skifta orð (sjálvt um tað er harðligt) um ávísar ósemjur og at skuldseta onnur fyri óheiðurleika.
Politiskt samskifti
Politiska skipan okkara hevur sum siðvenju, at tingmanningin er býtt upp í eina meirilutasamgongu, sum skipar landsstýri, og eina andstøðu, sum ofta finst at landsstýrinum og samgonguni, men sjálvandi eisini kann arbeiða saman við meirilutanum. Allir flokkar á tingi hava royndir av við hvørt at hava verið í samgongu og við hvørt at hava verið í andstøðu. Vanliga royna flokkarnir, tá val hevur verið at koma í samgongu við aðrar flokkar, sum teir kunnu gera semjur og neyðsemjur við. Men nú hava vit upplivað, at ein flokkur Javnaðarflokkurin á sínum landsfundi, eftir uppskoti formannsins, hevur samtykt, at so leingi Aksel V. Johannesen er formaður kann flokkurin ikki fara í samgongu við ein annan ávísan flokk, Fólkaflokkin.
Hetta er nýtt í føroyskum politikki, og sigur í veruleikanum meira um tann, sum útilokar, enn um tann, sum verður útilokaður. Slíkt er dømi um vantandi dømikraft hjá formanninum, og kann møguliga hava við sær, at hann má eta orðini og samtyktina í seg aftur ella vera orsøk til, at hann má fara frá sum formaður. Ein av bestu og týdningarmestu gávunum hjá einum góðum politikara er at duga at samskifta við onnur.