Jólamerkini í ár ímynda jólasangin "Eg eri jólamaðurin", sum Marius Johannesen hevur yrkt. Anker Eli Petersen hevur sniðgivið jólamerkjaarkið, sum telur 30 ymiskar myndir. Avlopið av jólamerkjasøluni fer óskert til jólamerkjagrunnin, sum ger eitt stórt arbeiði fyri børn og ung í Føroyum. Myndevni frá jólamerkjunum prýða somuleiðis jólakortini í ár.
Vælumtóktu jólaeinglarnir hjá Astrid Andreasen eru aftur at fáa í ár - fimm nýggir einglar at prýða jólatræið við. Einglarnir eru úr messingi og lagdir við 24 karat gulli. Teir eru umleið 8 cm til støddar, og verða seldir í vakrari eskju.
Árbókin við øllum ársins frímerkjum fáast somuleiðis til keyps kring landið. Árbókin lýsir við greinum og vøkrum myndum allar ársins frímerkjaútgávur, og hóskar seg væl at senda sum gáva uttanlands – bæði til fyritøkur og kenningar - við tað at tekstirnir eru bæði á enskum og týskum umframt á føroyskum og donskum.