NSÍ hevði stóra og trupla uppgávu á útivølli móti Rosenborg í kvøld.
Men hetta forðaði ikki vespunum í at prika væl og virðiliga til heimaliðið.
Stóran part av fyrra hálvleiki var støðan nevnliga 0-1, eftir at Karoly Potemkin hevði skotið runavíkingar framum eftir 20 minuttum.
Fimm minuttir undan steðginum javnaði Steffen Iversen fyri Rosenborg, og tann støðan helt sær, til bert yvirtíðin restaði.
Tá skoraðu vertirnir tó tvær ferðir, og so mátti NSÍ heim uttan lítlu sensatiónina, sum eitt stig hevði verið.
Tey bæði seinastu málini hjá Rosenborg skutu Didier Konan Ya og Trond Olsen.
Samlaða tapið hjá NSÍ gjørdist sostatt 6-1.