ÚTGÀVA
Tá Kári Árting lat bókasøluna í SMS upp leygarmorgunin stóðu fólk og bíðaðu uttanfyri.
Og tað var ikki hissini bók, kundarnir vildu hava. Á hillunum lá sjálv sætta og næstsíðsta bókin í røðini um Harry Potter. Harry Potter and the Half Blood Prince eitur bókin. Sjálvur slap hann heldur ikki at lesa bókina fyrr enn leygardagin. Harðar treytir vórðu settar frá forlagnum í Onglandi um, nær bókin kundi latast upp og hvar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stríðist við at týða
Eins og øll onnur mátti Bergur Rasmussen bíða til leygardagin, áðrenn hann kundi seta seg at lesa Harry Potter and the Half Blood Prince.
Tað serliga við Bergi er, at hann skal týða bókina til føroyskt. Og bókin skal helst verða klár til jólasøluna.
- Hesaferð er bókin útkomin tríggjar vikur seinni enn seinast, men eg fari at royna at fáa hana liðugt umsetta til jóla, sigur Bergur Rasmussen.
Tá vit høvdu hann í telefoni leygardagin, hevði hann ikki lisið meira enn tíggju síður. Men tað plagar at ganga skjótt hjá teimum, ið dáma Harry Potter bøkur.
Hetta er aðru ferð, at Bergur Rasmussen skal umseta Harry Potter. Gunnar Hoydal og Malan Háberg hava áður týtt Harry Potter bøkur til føroyskt.14. oktober verður Harry Potter and the Half Blood Prince útgivin á donskum