Poul er aftur á vøllinum

Víkingarnir eru í Gundadali fyri at tryggja sær FM ímóti HB, sum hevur steypafinaluna at hugsa um

Komandi meistaraliðið úr Eysturkommunu er í Gundadali, har HB er vertur. Tað er greitt, at HB endar við bronsukrónunum. Gullmøguleikin hjá HB er í steypafinaluni, sum annan leygardag verður á Tórsvølli ímóti B36.

 

Hjá Víkingi er tað merkisvert, at Poul Kallsberg er aftur á vøllinum. Hann hevur verið skaddur síðani summarsteðgin.

 

Hjá HB eru Mikkel Dahl, Mohamed Samba og Emmanuel Duah á beinkinum saman við millum øðrum Ása P. Dam og Heðini Hansen.

 

 

 

HB – Víkingur kl. 15.00

 

Dómari: Alex Troleis

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Noah Mnenéy, Ejvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Leivur Fossdal Guttesen, Jákup L. Thomsen, Ári Mohr Jónsson

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Árni Nóa Atlason, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson