Poul Færø 70 ár

Í morgin, mikudagin 13. februar, verður Poul Færø í Klaksvík 70 ár.

Poul var á yngri árum málarameistari við fleiri starvsfólkum, men nógvu tey seinastu árini hevur hann nýtt mest sum alla sína tíð í kristiligum arbeiði kring landið og eisini uttanlands.

Poul er ættaður av Toftum. Foreldrini vóru Elsa fødd Øregaard og ættað av Lakjuni í Fuglafirði og Oluf Færø, sum var toftamaður. Elsa og Oluf fingu fýra børn: Poul (1938), Odmar (1940), Eyðfinn (1946) og Lissan (1948). Odmar býr í Havn, og hini búgva í Klaksvík.

Petur Guttesen, málari í Havn, arbeiddi nógv í Eysturoy og á Toftum, har hann helt til hjá systrini, Maju í Túni. Poul lærdi til málara hjá Peturi. Tá ið teir arbeiddu í Havn, búði Poul í barnaheiminum hjá Peturi á Tinghúsvegnum.

Í 1957 flutti Poul til Klaksvíkar at búgva, og har hevur hann verið síðani. Hann var millum tey fyrstu, sum fyrst í seksti árunum bygdu í fyrstu kommunalu útstykkingini – á Biskupsstøðbønum – og har býr hann framvegis.

Tey fyrstu árini í Klaksvík var hann viðhvørt við trolarunum hjá Kjølbro. Men fyri tað mesta var Poul málarameistari, og teir eru nógvir, sum hava lært til málara hjá honum. Handalagið var gott, Poul arbeiddi nógv og skjótt, og tey vóru mong, sum sendu boð eftir honum. Men longu miðskeiðis í sjeyti árunum vórðu málaraseglini repaði. Síðani hevur Poul viðhvørt málað millum lítið og einki, og í nøkur ár málaði hann bara um sumrarnar.

Frá blaðungum av hevur Poul verið virkin í kristiligum verki. Fyrst í salinum á Toftum og síðani í Betesda í Klaksvík. Hann var sunnudagsskúlalærari og bíbliulærari, og hann hevur í mong ár ferðast kring oyggjarnar í kristiligari tænastu. Tey fyrru árini var tað ofta um vetrarnar saman við Kaj Johannesen, skipara, og viðhvørt saman við Andrew Sloan, trúboðara. Frá miðskeiðis í sjeyti árunum og í eini fimtan ár var hann við í dagligu leiðsluni av leguarbeiðnum í Zarepta.

Tey seinnu árini hevur virkisøkið hjá Poul fevnt alt víðari. Aftur at brøðrasamkomunum í Føroyum hevur hann vitjað nógv í grannalondunum, eitt nú í Danmark og Noregi, og tað kemur meiri enn so fyri, at hann verður boðsendur at halda møtir kring landið í øðrum samkomum enn brøðrasamkomunum. Seinastu mánaðirnar hevur Poul verið nógv at hoyra í fyrrapartssendingum í Lindini.

Umframt at halda møtir hevur Poul gjørt nógv av at vitja og vísa umsorgan fyri einstaklingum og familjum. Hann vitjar í samkomum og heima við hús hjá fólki, og hann er ofta at síggja á sjúkrahúsum og eitt nú á ellisheimum og sambýlum. Poul er altíð klárur, tá sorgin er gestur, og hann hevur hildið óteljandi talur við jarðarferðir. At hann er ógvuliga trúgvur ímóti Toftum og toftafólki sæst eitt nú í, at hann altíð møtir upp í føðibygdini, um tað so er til gleðisløtur, ella tá ið sorgin vitjar.

Poul er giftur Anniku fødd Johannesen og ættað av Lítlubrekku í Klaksvík. Tey eiga fýra børn: Jóhannes (1980), Olav (1983), Assa (1985) og Poul (1994). Jóhannes og Assa búgva í Keypmannahavn, og Olav og Poul búgva framvegis heima hjá foreldrunum.

Í seytjan ár var Poul giftur Ásvør fødd Jacobsen og ættað av Ziskatrøð í Klaksvík. Á vári í 1977 gjørdist hon brádliga sjúk, meðan tey loystu av í Kristnastovu í Keypmannahavn, og longu í juni hetta sama árið andaðist hon 37 ára gomul. Ásvør og Poul eiga trý børn: Odd (1962), John (1965) og Elsa (1968). Odd býr í Hoyvík, John í Klaksvík og Elsa í Saltangará. Poul eigur átta abbabørn.

Poul verður at hitta í Betesda frá klokkan 8 mikukvøldið. 

J