Poul í læru hjá Balslev í 1962

P/F POUL MICHELSEN 50 ár: Tað var í 1974, at Poul Michelsen fór undir sítt egna virki, eftir at hann fyrst hevði arbeitt hjá Balslev, har hann fór í læru í 1962, og síðani hjá P/F Kartna Winther.

 

Í gjár hátíðarhelt fyritøkan P/F Poul Michelsen fimmti ára dagin. Hendan samrøðan við stovnaran Poul Michelsen varð prentað í Sosialinum 16. desember í 2022:

 

Poul Michelsen var saman við Kartna Winther og Tórbjørn Sørensen um at keypa heilsølupartin frá Balslev. 

Hóast Poul Michelsen hevur verið í heilsøluvinnuni í góð 60 ár, so hevur hann fingist við mangt annað eisini. Longu tvey ár eftir, at fyritøkan flutti inn í nýgg ja bygningin við Hoyvíksvegin tók hann við sum borgarstjóri í Havn, eitt starv, hann røkti í samfull 12 ár, frá 1. januar í 1981 til 31. desember í 1992. Síðani hevur hann millum annað verið stjóri á Fiskasøluni í tvey ár, løgtingsmaður í 23 ár og landsstýrismaður í fýra ár. 

Men hvussu kom hugskotið um at byrja sína egnu fyritøku? 

 

Myndir: Móttøka PM 50 ár

 

Vildi gera annað enn hinar heilsølurnar

– Eg var tá farin at hugsa um at gera okkurt annað, enn tað sum allar hinar heilsølurnar gjørdu. Tí tær gjørdu allar tað sama. Eg hugsaði at gera okkurt við køl, frost og catering. Tað var øgiligur mangul á tí økinum. Vit høvdu dadlur og hendinga súrepli og viðhvørt appelsinir til jóla. Men tað var rættiliga lítið av slíkum, greiðir Poul Michelsen frá.

– Tað vóru eini 400 handlar í Føroyum tá. Eg ferðaðist kring landið og seldi og kom tí í samband við nógv handilsfólk úti um landið. Eg legði tá til merkis, at nýggja virkið, sum eg var partur av, P/F Kartni Winther & Co, var bara ein heilsøla afturat teimum, sum vóru frammanundan. Og allar g jørdu tað sama.

Hugskotið hjá mær var at selja kølivørur, og tí fór eg undir mítt egna, greiðir Poul Michelsen frá.

Hann sigur, at í veruleikanum var ætlan hansara at byrja sítt egna eini trý ár frammanundan.

– Men so bað Kartni meg koma við at keypa heilsølupartin frá Balslev, og eg var ikki sørt errin av at vera boðin við at keypa heilsøluna frá Balslev saman við Kartna Winther og Tórbjørn Sørensen. 

– Men eg var komin til ta niðurstøðu, at hetta bar slett ikki til. Vit seldu allir tað sama, eingin endurnýgging var, og tí fór eg so inn í hesa nýggju bransjuna við køl, fyrsting og catering. 

 

##med2##

 

Stórar broytingar í vinnuni

Og tað eru stórar broytingar farnar fram í vinnuni hesi árini, greiðir Poul Michelsen víðari frá. 

– Nú eru bara tríggjar ketur í mun tær um 400 forrætningarnar, ið vóru. Nú er bara okkurt hissini afturat ketunum, kanska bensinstøðir og okkurt annað. 

– Hjá okkum er helvtin catering og helvtin detail, sigur hann. 

Cateringsíðan selur til nógvar smáar matstovur, pizzabarrir, hotel og slíkt sum hevur heilt annan tørv. Hinumegin eru keturnar, SMS, Keypsamtøkan og Á/Samkeyp. 

Um tað at tað eru vorðnir nógv færri men størri handlar sigur Poul Michelsen, at tað ger tað nógv lættari hjá teimum at gera ársavtalur. 

– Men tað var nógv stuttligari fyrr, tá tú kundi tosa við fólkini í handlinum um viðurskiftini. Nú er alt meira toppstýrt, og tey sum standa í handlinum vita einki um innkeypið, sigur Poul Michelsen. 

– Tað er vøruúrvalið hjá okkum, sum ger tað, sigur Poul Michelsen. 

Byrjaðu í kjallaranum í heiminum hjá Poul 

Tað vóru ikki tey stóru hølini, sum hýstu heilsøluni Poul Michelsen fyrstu árini. Fyritøkan var á 100 fermetrum í kjallaranum í heiminum hjá Poul Michelsen og familjuni í Gundadali í Havn, sum tey bygdu og fluttu inn í 1. mars 1974. 

– Har byrjaðu vit, Hans Johansen – Hans hjá Talis – Anfinn Norðfoss, Sólrun og eg. Vit fýra arbeiddu í kjallaranum hjá okkum. 

– Tað gav lítla meining at hava tað sama sum hini. Tað at selja kølivørur er nakað heilt annað enn turrvørur. Hetta var ein avbjóðing við vørum, sum høvdu avmarkað haldføri. Tað var trupult og ein rættiliga opin marknaður, so vit skuldu brúka nógva tíð upp á tað og finna út av, hvussu vit skuldu keypa inn, greiðir hann frá. 

 

##med3##

– Tí vit máttu jú taka alt retur, sum bleiv spilt, og tað setti síni krøv, og tað hevur líka sum verið grundarlagið undir køl, frost og catering. Og tað er enn grundarlagið undir P/F Poul Michelsen. 

– Burtursæð frá tí, at vit hava víðkað tað við hjávørum, sum hoyra til, men tað var so byrjanin, greiðir Poul Michelsen frá. 

Fyritøkan helt til í kjallaranum í heiminum í Gundadali til 1979, tá flutt verður í stór, nýggj høli uppi á Hoyvíksvegnum. Í kjallaranum í Gundadali vóru gjørd kølirúm, men frystigoymsluna høvdu tey úti á Fiskasentralinum hjá Jens Paula av Reyni. 

– Alt var í kjallaranum, kaffistovan var í køkinum hjá okkum, so alt var heima við hús hjá okkum, sum var byrjanin. Og vit fara so at byggja á trøðni hjá pápa mínum í 1978 og flyta niðan í 1979, greiðir hann frá. 

Trøðin við Hoyvíksvegin hevur verið í familjuni hjá Poul Michelsen í fleiri ættarlið. Hann greiðir frá, at langabbin legði hana inn í 1886. Pápi Poul Michelsen og farbróðirin áttu hvør sína helvt, og hevur Poul Michelsen seinni keypt ein part av tí hjá farbróðrinum aftur.

– Erling, bróðir mín, hevði velt trøðna, so vit kundu keypa hana frá Jarðarráðnum, sigur Poul Michelsen.

 

 

 

Poul Michelsen, sum stovnaði fyritøkuna P/F Poul Michelsen í 1974 – og dóttirin Poula Michelsen, sum nú yvirtekur ognarlutin hjá familjuni í fyritøkuni. Hon hevur verið nevndarforkvinna í felagnum síðani 2016

Bygningurin við Hoyvíksvegin í gerð, myndein er frá 1978. Høgrumegin sæst stykkið við Hoyvíksvegin planerað, og síðani húsini í Gundadali, har fyritøkan var tey fyrstu fimm árini