Poul Ingason ikki við U21

Poul Ingason var ikki við U21 landsliðnum, sum í gjár lendi í Finnlandi

U21 landsliðið, sum eins og A-landsliðið skal spæla EM undankappingardyst móti Finnlandi í vikuni, lendi í gjár í Helsinki uttan áleyparan Poul Ingason úr HB. Hann er skaddur. Í staðin er 17 ára gamli Jákup Thomsen úr FC Midtjylland úttikin.

 

Poul Ingason byrjaði inni í fyrsta dystinum í EM undankapingini móti Aserbadjan, men hevur givið avboð hesaferð. Hann royndi at spæla í venjingardysti stutt undan fráferð, men kláraði bara fáa minuttir fyri fótinum.

 

Í staðin fyri hann er komin 17 ára gamli Jákup Thomsen, sum er knýttur at FC Midtjylland í Danmark. U21 landsliðið spælir móti Finnlandi týsdagin.

 

Hesir eru í hópinum:

Elias Rasmussen, Víkingur

Leivur Joensen, ÍF

Benjamin Heinesen, B36

Teitur J. Olsen, TB

Poul N. Mikkelsen, ÍF

Jónas Gejel Hansen, TB

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)

Jákup L. Thomsen, FC Midtjylland

Hákun Edmundsson, NSÍ

Meinhard Olsen, Vendsyssel (DEN)

Niklas Thomsen, AB

Bartal Wardum, HB

Haraldur Højgaard, NSÍ

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Karstin Højgaard, AB

Gestur B. Dam, B36

Tórur Justesen, KÍ