Júst hetta, at hann hevur røtur av bygd, hevur evnað Poul Johan til ein fjølbroyttan og vitandi mann við brennandi áhuga í bygdarlívinum og øllum tí, ið har fer fram av spennandi upplivingum úr fjalli í fjøru, umframt alt tað fjølbroytta, ið høvuðsstaðurin, Havnin, stóð fyri í hansara uppvøkstri.
Hann hevur mangan greitt frá teim góðu summarløtunum, ið hann hevur havt í spæli og leiki suðuri í Húsavík og innan Glyvur, hagar hann leitaði í barnaárunum, saman við foreldrum sínum, sum ongantíð gloymdu røtur og bygdarfólk teirra, men ynsktu at sonurin skuldi kenna ættaruppruna sín og bygdarmentanina.
“Hin deiliga Havn...”
Soleiðis yrkir skaldið um høvuðsstað okkara, Havnina, ið eisini gjørdist barndómsborgin hjá Poul Johan, sum hann ongantíð hevur gloymt, men altíð borið ein sannan alsk til alt sítt lív, til dagin í dag.
Hann er vaksin upp í J. Nolsøesgøtu, úti í Grønlandi, sum hesin nýggi býarparturin varð nevndur, tí hann tá – í 1950-unum – var so langt úti og burtur frá miðbýnum. Har býr mamman Hervør, framvegis í barndómsheiminum, við einum vøkrum urtagarði, har Poul Johan og kona hansara, Else, eiga manga arbeiðsløtuna.
Poul Johan hevur mangan greitt frá hugnaliga umhvørvinum úti í Grønlandi, frá grannum, spælibrøðrum, ið hann enn hevur samband við frá góðu barndómsárunum.
Í handilslæru og handilsvinnu
14 ára gamal fór Poul Johan í handilslæru hjá partafelagnum Valdemar Lützen í Vágsbotni, har sum Miðlahúsið nú er. Hann hevur mangan greitt frá, hvussu tann fyrsti dagurin var, tá ið hann eitt sindur óroyndur og smæðin skuldi taka ímóti tí fyrsta kundanum.
Men júst lærutíðin hjá Pf. Valdemar Lützen gjørdist ein hin besti venjingarskúlin hjá føðingardagsbarninum, bæði at fara væl um fólk, vera góður og vinarligur við fólk og hava áhuga fyri øllum teirra viðurskiftum. Hetta kom at gerast honum ein virðismikil lærdómur í samband við tað verk, ið seinni skuldi gerast hansara lívsverk: At arbeiða tætt saman við fólki, at lurta eftir og hjálpa fólki, og at tala til fólk, bæði í tí gerandisliga og andaliga umhvørvinum. Hann hevur einans gott at bera Lützensfólkunum.
Andaliga umhvørvið
Foreldur hansara høvdu sítt andaliga heim í Ebenezer, hagar tey trúfast leitaðu til møti, somuleiðis til møti aðrastaði og serstakliga til samfelagsmøti kring landið. Andrew var hýruvognsførari, so har var lagaligt at ferðast hjá teimum, hóast vegakervið ikki var nær náminda tí, ið tað er í dag.
Poul Johan gjørdist trúgvandi sum sunnudagsskúladrongur. Trúgvin á Jesus Kristus, sum frelsara hansara kom beinanvegin at eyðkenna lív hansara. Hann byrjaði longu sum smádrongur at hava barnamøti fyri grannabørnum, og neyvan eldri enn 14 ára gamal var hann fyrstu ferð at síggja á talarapallinum í Ebenezer, har tað var um reppið at høvdið kom undan aftan fyri pallin.
Í bíbliuskúla
Júst hetta, at tala Guds orð, hevur verið stóra kall hansara gjøgnum alt lívið til dagin í dag. Og soleiðis kennir ein fjøld av fólki, Poul Johan.
Liðugur við handilslæruna fór hann – 18 ára gamal á ein 8 mánaða bíbliuskúla, sum var í Zarepta ársskiftið 1968-1969. Stutt eftir fór Poul Johan á Moorlands bíbliuskúlan í Suðuronglandi, har hann var í 2 ár. Umframt góðan bíbliukunnleika, nam hann sær har hollan førleika í enska málinum.
Ferðandi handilsmaður
Seinni gjørdist hann sølumaður hjá handilsfyritøkuni Farodane, sum seinni skifti navn. Hann hevur einans havt góð orð at bera teimum øllum. Hann ferðaðist kring alt landið og seldi fyri teir. Í hesum arbeiði kom hann at kenna hvønn krók í landinum og eina ørgrynni av fólki. Hetta varð honum eitt gott íkast til tað heiltíðartrúboðaraverk, sum hann alla tíðina hevði kent seg kallaðan til.
Trúboðari burturav
Stutt eftir at Poul Johan hevði verið á bíbliuskúla giftist hann við Else, ættað úr Keypmannahavn, ið var einkja eftir Brynleif Hansen, og sum sat eftir við fýra børnum. Í Else fekk hann eina framúr konu, ið hevur verið honum ein dyggur stuðul. Men tað skal eisini sigast, at í Poul Johan fekk Else ein mann, ið hon ikki kundi ynskt sær betri. Hóast so ungur, tók hann, sum forsyrgjari, ábyrgd av henni og børnunum. Og hesa ábyrgd hevur hann ikki svikið. Umframt tey fýra børnini, sum Else hevði við sær inn í hjúnalagið, Billy, Filip, Anitu og Miriam, so fingu Else og Poul Johan saman børnini Andrew og Hervør.
Leiðir okkara bera saman
Poul Johan var 15 ára gamal, tá ið leiðir okkara bóru saman. Hetta var í 1965. Birgit og eg vóru nýgift og kallaðu ungfólk saman til bíbliutímar heima hjá okkum. Hesar løtur gjørdust til eitt lívlangt vinalag. Ikki einans vinalag, men eitt signað gróðrar- og ávakstrargott samarbeiði í andaligu tænastuni.
Poul Johan og eg hava havt so mangt gott saman, ikki minst saman við samverkamonnum okkara í ár so mong: Hjørleif Vang, Páll á Lakjuni, Jógvan Páll Sevdal og Osmundi Justinussen.
Ótald eru tey møti, fundarøðir, bíbliuskúlaskeið, traktatferðir og bíbliuskeið, ið vit samverkamenn hava skipað fyri og havt saman, bæði burturi og heima, t.d. fundarøðin hjá Luis Palau, somuleiðis fundarøðirnar hjá Billy Graham úr Essen í Týskalandi og Puerto Rico, ið vórðu sjónvarpaðar til Føroya, sum vit samverkabrøður stóðu saman um. Poul Jóhan tolkaði Luis Palau í Føroyum og saman við Zacharias Zachariassen tolkaði hann Billy Graham. Poul Johan var eisini tolkur hjá navnframa Richard Wurmbrand, úr Rumenia, sum í 14 ár hevði sitið fongslaður undir kommunistiska stýrinum í heimlandinum, vegna trúgv sína á Kristus. Í fjør vitjaðu Poul Johan og eg eitt av fongslunum í Rumenia, har Richard Wurmbrand sat sum fangi. Munurin var tann stóri, at vit høvdu nú frælsi at kunngera boðskapin um Jesus í hesum og øðrum fongslum har í landinum.
Menniskju eru vorðin frelst og nýggjar samkomur stovnaðar í gjøgnum okkara samarbeiði. Meðan eg skrivi hetta, renna gleðistár á mínum kinnum, tá ið eg hugsi um menniskjalív og húski, sum vórðu umbroytt, tí tey hoyrdu evangeliið um Jesus Kristus og tóku við tí í trúgv. Av sonnum minnisríkar løtur við frelsu-, endurreisingarsigningum, sum Harrin hevur latið okkum upplivað saman.
Kristnastova og Malta
Else og Poul Johan hava saman tænt í verkinum í Kristnastovu, har tey vóru í nøkur ár til stóra gleði fyri útisetar okkara, ið komu har og eisini í vitjanirnar á Ríkissjúkrahúsinum.
Tey hava havt avloysaraábyrgd á Malta í Hirtshals frá heystinum og út á várið nú í mong Harrans ár. Tey hava tikið ímóti fólki, verið um fólk og hjálpt fólki, umframt at taka sær av møtum. Poul Johan skal hava verið klárur at tala á møtum í Malta og aðrastaðni við, serstakliga í samband við tær møtiferðir, ið verða gjørdar ymsastaðni í Jútlandi hvønn mánaða.
Røðari av Guds náði
Einki er at taka seg aftur í at siga, at Poul Johan er ein av okkara allarbestu røðarum, evangelistum og undirvísarum í orði Guds. Andaligi akurin her á landi hevði verið mikið fátækari uttan Poul Johan Djurhuus. Mong við mær takka Gudi fyri henda mann, ið er so er trúfastur í kalli sínum, trúfastur móti orði Guds og ein av ítarstu evangelisku stríðsmonnum okkara, ið fult og heilt lítur á innblásta og æviga orð Guds, og sum ótroyttiliga virkar fyri, at svikaleysa, trúfesta og sanna orð Guds verður handað víðari til komandi ættarliðið í Føroyum.
“Keldan” í Skálafirði karmur um føðingardagshaldið
Poul Johan hevur valt at halda seksti ára føðingardagin í nýggja, hugnaliga og rúmliga samkomuhúsinum Kelduni í Skálabotni týskvøldið 22. juni kl. 18. Byrjað verður stundisliga við sangløtu – og øll eru hjartaliga vælkomin.
Ver heilsaður, holli og trúfasti vinur. Harrin gevi tær mong góð ár enn í signaða verki tínum. Eg gleði meg til framhaldandi verk saman við tær og samverkamonnum í evangeliska kalli okkara.
Svenning av Lofti