Tað er rætt, at eg legði uppskot fyri tingið um p/f-loysn millum Øravík og Hov. Hóast ivasamur, so gjørdi eg tað, men umsitingin og eg røddu um málið í Vinnumálaráðnum, eisini aftaná, at eg legði tað fyri tingið. Undir hesi málsviðgerð bleiv semja gjørd um, at eg skuldi taka tað aftur, og í samráði við flokkarnar í samgonguni varð útvegur funnin fyri at játta tunnilsgerðina eftir vanliga leistinum, nevniliga á løgusíðuni á fíggjarlógini. Hetta var ein røtt avgerð.
Eg hevði annars lagt fyri Løgtingið í 2007 lógaruppskot um at gera tunnil undir Skopunarfirði eftir vanligum játtanarleisti (á fíggjarlógini). Uppskotið varð samtykt (lóg nr. 119 frá 12. desember 2007).
Eingin tunnil varð gjørdur, men 26. februar 2009 legði Annika Olsen nýtt lógaruppskot fyri tingið um at avtaka lógina, sum eg hevði lagt fyri tingið (við vanligari fígging/lántøku).
Ístaðin skuldi farleiðin nú gerast eftir partafelagsleistinum, løgtingsmál 146/2008. Eg tók ikki undir við at skipa farleiðina í p/f og atkvøddi tí blankt. Hetta var 12. mai 2009, klokkan 9.40 (3. viðgerð).
Atkvøðugreiðslan var soleiðis: 10 ímóti, 18 fyri og ein blonk atkvøða (tað var mín, vildi ikki vera óloyalur móti samgonguni). Poul Michelsen atkvøddi fyri p/f-loysnini um Skopunarfjørð.
Poul Michelsen ger seg nú til talsmann móti p/f-loysnini undir Skopunarfirði og vísir til notat frá FMR í 2005, sum eg, saman við øðrum viðmerkingum, tók til eftirtektar (sum eg vísi á omanfyri).
Samstundis atkvøddi PM sum sagt fyri p/f-loysnini 12. mai 2009 og tók harvið eisini av lógina frammanundan, sum IKKI var p/f-loysn.
Tí er lesarabrævið ein reingjan av fakta, har Poul Michelsen uttan at blunka missbrúkar miðlarnar við at senda út tíðindaskriv, har hann bevíst ikki fortelur allan sannleikan (um seg sjálvan), men við hálvkvøddari vísu sigur ósanndini um hini.
Hetta til kunningar. Allar upplýsingarnar omanfyri eru at finna á heimasíðu Løgtingsins.
Bjarni Djurholm