Skulu vit hava eina ímynd av einum havnarmanni, so má tað vera Poul. Tí meira ektaðan havnarmann og HB'ara finnur tú ikki. Poul er eisini ein ektaður vinnari. Hann hatar at tapa, bæði í ítróttarkappingum og á vinnulívsmarknaðinum.
Poul er føddur áðrenn krígslok, foreldrini vóru Paula Sundberg av Nesi í Vági og Johan Michelsen, vatnmeistari í Havn. Poul vaks upp í C. Pløyensgøtu ella á Fossá, sum býlingurin niðri við Dómhúsið varð kallaður av havnarfólki. Hann vaks upp við nógv umrøddu býlingabardøgunum og ítrótti, tók realprógv í 1961, endaði sum lærlingur hjá Balslev, har hann fekk skrivstovuútbúgving, umframt at hann stóð statsgóðkent bókhaldsprógv í 1964. Kanska kunnu vit kalla Poul eitt slag av heimføðingi í positivum týdningi - tí hann hevur aldri búð aðrastaðni enn í Havn og kundi heldur ikki droymt um tað!
Poul giftist Sólrun Midjord av Argjum - sjáldsamt, heldur onkur, tí ikki bara var hon bygdarfrell, men tí hon er tann einasta, hann alment aldri hevur vunnið nakran dyst ímóti. Poul og Sólrun giftust inn til foreldrini hjá Poul í 1966 og búðu har, til tey í 1969 fluttu í Gundadal, har tey framvegis búgva. Tey eiga børnini Jóhan Petur, Elin og Poulu, umframt fýra ommu- og abbabørn.
Herfyri hátíðarhelt Poul 30 ára dag sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Tað er eisini eitt eyðkenni fyri Poul, hetta "at byrja fyri seg sjálvan", at vera ígongdsetari, tora at "risikera", umframt at han dugir ómetaliga væl at seta onnur í gongd.
Hann arbeiddi hjá Balslev sum sølumaður til hann byrjaði fyri seg sjálvan, hann byrjaði virkið í kjallaranum í Gundadali, men flutti síðani niðan á Hoyvíksvegin á trønna hjá abbanum, Hans Jacob Michelsen.
Virkið er síðan fleiri ferðir útbygt, seinast í 2002, og umfatar umframt stóra goymslu, køli- og frystigoymslu, eisini flutningsfelagið Atlas Føroyar og Atlantic Partner A/S í Keypmannahavn. Tilsamans seksti fólk arbeiða í samtakinum.
Hann hevur verið ein eldsál innan HB, borðtennis, badminton, fótbólt og Tórsvøll - alt samstundis, sum hann hevur tikið stórar vinnuligar avgerðir og bygt eitt stórt virksemi upp. Fáar menn man enska orðafellið hóska betur til enn Poul: If you want something done, ask a busy man! Poul hevur aldri stundir, men hann tekur sær stundir kortini og fær altíð arbeiðið frá hondini!
Sum sekstan ára gamal gjørdist hann føroyskur meistari í borðtennis, tað var í 1961. Í 1964 bleiv hann bæði meistari í borðtennis og badminton, og tað var hann í eini 10 ár, umframt at hann vann eina rúgvu av meistaraskapum í báðum greinum í double, blandaðum og liðum. Hann var á fyrsta liði hjá HB í trýssunum og í byrjanini av sjeytiárunum. Hann var tvær ferðir meistari, við dreingjaliðnum og 1. liði og var á tveimum landsliðum - í badminton og í fótbólti - og hann sat í stjórn ÍSF's fyri bæði borðtennis, badminton og fótbólt.
Poul gjørdist formaður í tí, sum tá varð kallað "fótbóltsdeild ÍSF's". Her var hann við til at leggja grundarsteinin undir stovnanina av FSF sum sersambandi og hann viðvirkaði í stóran mun til altjóða viðurkenningina. Umsókn um alheims limaskap varð send í 1974 og Poul luttók á fyrsta fundinum, sum føroyskur fótbóltur varð boðin til uttanlands - hetta hendi, tá fótbóltsdeild ÍSF's varð boðin at luttaka á norðurlendskum fótbóltssamgongufundi við Laugarvatn í Íslandi sama ár.
Poul hevur eisini verið skóti og seinni skótaleiðari. Hann gjørdist formaður í Pf. Havnar Fótbólti - Tórsvølli í 1999. Hann gjørdist finskur aðalkonsul í 2001. Hann er riddari av Dannebrog, riddari av Íslandsfalkinum og hevur fingið gullnálina frá ÍSF. Og hann hevur sitið og sitir framvegis í einum ótali av nevndum og ráðum. M.a. í nevndini í fiskasøluni Farex og innflutningsfyritøkuni Farpack.
Poul varð valdur til býráðsvalið 1980 og fór beinleiðis til arbeiðis sum býráðsformaður. Hann hevur tilsamans sitið sum borgarstjóri í havn í 12 ár, og tað er met! Hann varð valdur á løgting í 1984, sat fram til 1990, og kom innaftur í 2002 og situr sostatt framvegis sum tingmaður. Hann situr í fleiri nevndum og hevur verið 2. næstformaður í tinginum.
Eitt av tí nógva, Poul tókst við, tá hann fór frá sum borgarstjóri, var at etablera Fóm í Grønlandi. Hann var eisini nevndarlimur í Fiskavirking og eitt skifti fiskasølustjóri. Hetta hevur hann onkuntíð mett sum eina bæði spennandi og keðiliga uppgávu í ringastu krepputíðum, ein tíð, sum hann næstan angrar, m.a. tí honum hóvaði ikki sokallaðu donsku loysnirnar, ið kroystar vórðu niðuryvir skipanina. Men tað er ein longri søga.
Sum borgarstjóri í 80'unum var Poul í essinum. Tað var hesi árini, at tær stóru avgerðirnar vórðu tiknar og allar tær risastóru og neyðugu íløgurnar vórðu gjørdar. Hesa tíðina fingu vit brennistøðina og eitt nú varð vatnverkið útbygt. Útstykkingarnar tóku dik á seg og álitið um framtíðar Havnina frá 1986 var so væl gjøgnumhugsað, at sitandi býráð enn í dag arbeiðir við útgangsstøði í hesum áliti, 18 ár seinni.
Men hóast tað, so eru tað onnur ting, sum fólk kanska minnast betri frá hesi tíðini. T.d. tá Poul trumlaði jazzháborgina gomlu Perluna niður, m.a. eftir umbøn frá heiðursborgaranum Williami Heinesen, sum ikki fekk sovið fyri hesum "marrukenda" bygningi. Ella tá Poul trumfaði Rás Tórshavn ígjøgnum við snildisliga at fáa næstan alla Havnina - eisini Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag - at mótmæla uppsetan av privatum parabolum, tí hetta var eitt slag av "umhvørvisdálking". Tað hepnaðist, og havnarfólk fingu ókeypis sjónvarpsrásir líka til fyri stuttum.
Poul er sjáldsama raskur maður. Hann er so væl fyri at tað næstan er irriterandi. Morgunmaður burturav. Longu klokkan 05.45 hvønn gerandismorgun sæst hann á vegnum fram við Strond á veg á posthúsið. Hevur hann annars nakra frítíð gongur hann og melur uppi í fjøllunum. Men ein stórur partur av frítíðini fer til at arbeiða fyri Tórsvølli. Finnur tú ikki Poul og er hann ikki farin í fjøllini, so er bara at fara niðan í Gundadal. Hann er har onkunstaðni, heilt vist.
Hóast hann tekur tað pent og heldur sær væl og árini gera ikki mun, nú hann verður seksti, so er hann onkunstaðni innast inni helst eitt lítið sindur argur um at fylla 60, tí dystin móti árunum er tann einasti, hann frammanundan er dømdur at tapa.
Men fyri Poul er aldur bara tøl.
Og tølum kann ein arbeiða við!
Hjartaliga tillukku, Poul!