Poul Nolsøe er føddur og uppvaksin í Klaksvík, sonur Hallur Laksáfoss úr Klaksvík og Kristinu, f. Nolsøe Olsen, úr Fuglafirði. Kristina doyði í 1974, bert 47 ára gomul. Hallur giftist seinri upp aftur við Elmu f. Hammer.
Poul Nolsøe fór sum 16 ára gamal til skips við Stellu Kristinu og sigldi í nøkur ár, til hann fór í læru í Ídni í Klaksvík. Eftir lokna lærutíð flutti hann til Keypmannahavnar at lesa til maskinmeistara. Í 1977 giftist hann við Jórun Ziskasen, dóttur Arna og Petrinu Ziskasen. Poul Nolsøe og Jórun eiga tveir synir, Boga og Rógva. Í 1979 fluttu tey aftur til Føroya, og Poul Nosøe fór út at sigla sum maskinmeistari við grønlendska rækjutrolaranum Kippokkak, Ternuni og vaktarskipinum Tjaldrið. Í 1983 bleiv hann settur í starv sum meistari við Nørrunu og hevur verið við til dagin í dag.
Poul Nolsøe er álitismaður, fyrikomandi og hjálpsamur. Í frítiðini tekst hann við nógv ítriv, m.a. gongur í fjøllunum, rør kajak og er av størstu KÍ viðhaldsfólkum. Konan og børnini eru tey sum liggja tættast hansara hjarta, og altíð er hann klárur at hjálpa øðrum.