Poul Nyrup Rasmussen hittir føroyingar í Helsinki

Danski forsætisráðharrin hevur stevnt føroysku politikarunum og embætisfólkunum til samkomu á Radison/SAS hotellinum í Helsinki í kvøld (mánakvøld) klokkan 19:00

Sosialurin, Helsinki: Í hesum døgum verður árligi norðurlandaráðsfundurin hildin í finska høvuðsstaðnum, Helsinki. Har hittast politikarar úr øllum Norðanlondum. Har eru forsætisráðharrar, stjórnarlimir, landsstýrismenn, tingmenn úr øllum norðurlendsku tingunum og umboð fyri politisku ungmannafeløgini.


Mánakvøldið klokkan 19:00 hevur danski forsætisráðharrin boðið føroysku politikarunum og embætisfólkunum at vitja seg á Radison/SAS hotellinum í Helsinki.


Hvat forsætisráðharrin vildi føroysku umboðunum vildi hann ikki siga nakað um, tá Sosialurin spurdi hann seinnapartin, men onkur av føroysku landsstýrismonnunum helt, at talan helst mundi verða um eina sjarmuoffensiv, sum hann málbar seg


Samkomuna frætta vit meira um seinni.