Poul Schlüter til Føroya

Sunnudagin kemur fyrrverandi statsministarin, Poul Schlüter, til landið. Hann skal hava eitt innlegg á eini ráðstevnu, sum løgmansskrivstovan skipar fyri mánadagin

Ráðstevnan, sum Poul Schlüter skal luttaka á, verður í Norðurlandahúsinum mánadagin og fer at snúgva seg um samspælið ímillum politikk og fyrisiting.
Poul Schlüter byrjar dagin við at greiða frá um sínar royndir sum statsministari. Hann fer eisini at tosa um tamil-málið, sum var tað stóra málið, sum feldi hann. Hann fer eisini at svara spurningum úr salinum.
Næstur á skránni verður Finnbogi Ísakson, sum fer at tosa um politikk fyrr og nú. Hann hevur verið virkin í politikki í tveimum ymiskum tíðarskeiðum, umframt at hann sat sum tingformaður í eini tíð, har nógvar broytingar fóru fram.
Eftir hann kemur Jákup Vestergaard, sum bæði hevur verið virkin í lands? og kommunalpolitikki. Hann fer serliga at greiða frá samspælinum ímillum politikk og fyrisiting frá einum kommunalpolitiskum sjónarhorni, umframt frá sínum royndum sum landsstýrismaður.
Seinasti røðarin undan steðginum verður Marjun Hanusardóttir, sum er stjóri á løgmansskrivstovuni. Hon fer at lýsa sjónarhornið hjá embætisfólki, og fer at tosa um vánirnar, sum embætisfólk hava til politikarar.

Eftir steðgin
Annita á Fríðriksmørk hevur seinasta innleggið. Hon fer at tosa um hvar snávingarsteinarnir eru í politikki. Fólk fara uppí politikk við ambitiónum og visiónum, men tað gongur ofta nógv seinni enn væntað at fáa nakað ígjøgnum. Hon fer at tosa út frá egnum royndum, bæði sum tinglimur og landsstýriskvinna.
Seinast á skránni verður ein pallborðsfundur. Herálvur Joensen, Gunnleyg Durhuus, Leif Abrahamsen og Súsanna Danielsen fara at luttaka. Tey fara at geva síni boð uppá nútímans fyrisitig, umframt at hugleiða um innleggini, sum hava verið fyrr um dagin.
Løgmaður endar við at draga samanum, og greiða frá politikkinum hjá sitandi landsstýri.
Ráðstevnan er ætlað fólki, ið arbeiða við politikarum, polikarum og annars fólk, sum hava áhuga at hoyra um evnið. Higartil hava 150 fólk teknað seg.
Kona Poul Schlüter, Anne Marie Vessel, kemur við honum til Føroya, og tey bæði fara niður aftur týsmorgunin.