Poul Watson ein óerligur lygnari

Fyrrverandi lagsbróðurin hjá Poul Watson, Pete Bethune, hevur ikki nógv føgur orð at siga um leiðaran av Sea Shepherd, sum hann sigur lýgur fyri eitt gott orð. Tað var við spenningi, at tíðindini um Pete Bethune og Ady Gil bórust. Nú var Sea Shepherd komið til Føroya, so nú skulu vit ansa okkum.

Men søgan, sum teir báðir søgdu á Rás2 í morgun, var ein heilt onnur. Báðir høvdu teir sæð upp til Poul Watson fyrr, og Ady Gil hevði enntá kallað hann fyri havsins Móðir Theresa.

- Poul Watson er størsta vónbrotið, eg havi møtt í lívinum, sigur hin pengasterki Ady Gil.

Eisini Pete Bethune heldur lítið um leiðaran av Sea Shepherd.

- Eg var við katamarani mínum sigldur niður av einum japanskum hvalabáti. Eg fór síðani umborð á eitt japanskt verjuskip og haðani til Japans í eitt fongsul. Hetta gjørdi eg fyri at varpa ljós á stórhvalaveiði. Tøkkin frá Poul Watson var, at eg varð koyrdur úr Sea Shepherd, sigur Pete Bethune.

Báðir siga teir, at Poul Watson skyldar Pete Bethune hálva millión dollarar fyri bátin.

Nú eru teir komnir til Føroya fyri at seta seg inn í grindadráp, og fyri at finna út av, hvussu stórur partur av mentanini grindadráp er. Nú trúgva teir nevniliga ikki longur einum orði av tí, ið Poul Watson sigur, søgdu Pete Bethune og Ady Gil við Rás2 í morgun.