Prædikumaður væntar sær størri stuðul úr Føroyum

Kendur prædikumaður, sum javnan vitjar í Føroyum, vísir skuldsetingum um harðskap og tortur aftur og kallar tær forfylging av kristnum. Hann væntar, at føroyingar fara at stuðla Evangelist enn meira, og hann kemur aftur til Føroya í næsta mánaði at prædika

Tað brýtur í bæði borð hjá trúðarfelagsskapunum Evangelist og Faderhuset, eftir at Danmarks Radio sunnukvøldið hevði drúgva umrøðu av viðurskiftunum í felagsskapunum.

Ónevnd fólk greiddu frá ógvusligum hendingum, og serfrøðingar funnust at trúðarbólkunum fyri teirra arbeiðshátt.

Serliga vóru umstøðurnar á einari summarlegu hjá Faderhuset ógvusligar fyri børnini, sum vóru við, men eisini felagskapurin Evangelist, sum er virkin í Føroyum, stóð fyri skotum.

- Eg eri bangin fyri, at tey halda, at eg havi ein illan anda í mær, og so fara tey vaksnu at halda mær fast og rópa í høvdið á mær, segði ein ung genta um Evangelist.

Sálarfrøðingurin Hanne Hostrup heldur, at tað líkist torturi, tá ið børn verða útsett fyri slíkum ógvusligum hendingum.

Eftir sendingina hjá DR í gjárkvøldið hevur ein lokalpolitikari í Keypmannhavn meldað bæði Faderhuset og Evangelist til løgregluna fyri ágang ímóti børnum.


Hetta er forfylging

Høvuðsmaður í felagsskapinum Evangelist er Christian Hedegaard. Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og hildið møtirøðir, og hann kemur aftur til Føroya at vitja í næsta mánaði.

Hann afturvísir øllum skuldsetingunum um, at tey fara illa við børnum í Evangelist.

- Hetta er tað mest absurda, sum eg havi hoyrt. Tað er ótrúligt, hvat mann kann verða skuldsettur fyri sum kristin í Danmark, og vit ætla at føra sak ímóti Danmarks Radio. Tað er langt úti, at DR kann leggja okkum undir slíkt, og tí skulu vit royna hetta í rættinum. Hetta er forfylging av kristnum, sigur Christian Hedegaard við Rás2.

- Ekstremar skuldsetingar um, at vit skulu torturera børn, hava einki við veruleikan at gera. Hetta er beinleiðis lygn. Vit hjálpa nevniliga børnum og familjum, sum eru illa fyri, og nógva staðni eru okkara tilboð góðkend av kommunum og amtum, tí tey geva úrslit.


Føroyingar stuðla okkum

Í fyrstu syftu vóru tey, sum søgdu frá um sínar upplivingar í Evangelist og Faderhuset, ónevnd, men í gjárkvøldið steig ein ung kvinna fram í sendingini Go’ Aften Danmark hjá TV2. Hon stuðlaði upp undir tær søgurnar, sum tey ónevndu høvdu sagt frá hjá DR kvøldið fyri.

Hon segði seg sjálva hava upplivað, at vaksin fólk stóðu og róptu í høvdið á henni, tí ein illur andi skuldi rekast úr henni.

Men eru umstøðurnar í Evangelist ikki soleiðis, sum fólkini greiða frá?

- Nei, avgjørt ikki. Tað er langt úti, at vit skulu verða løgd undir at fremja ágang ímóti børnum. Tað gera vit avgjørt ikki. Vit hjálpa fólki, sum eru illa fyri. Men støðan í Danmark er nú einaferð so, at fólk vita so lítið um kristindómin, at alt sum ikki eitur fólkakirkja er ein sekt, sigur Christian Hedegaard.

Nú kemur tú aftur til Føroya at halda møtir í apríl. Skulu føroyingar verða tryggir við at taka ímóti tær eftir hetta?

- Eg komi aftur til Føroya, og eg veit, at føroyingar keypa ikki alt, sum kemur úr Danmark. Føroyingar hava eina stolta, kristna traditión, og teir vita, hvat er rætt, og hvat er skeivt.

- Vit hava nógvar góðar stuðlar, og eg rokni við, at føroyingar fara at stuðla okkum enn meira eftir hetta, tí teir vita, at vit standa fyri tí kristna. Eg eri errin av at verða ein kristin, eg standi við mítt, og eg ætli mær ikki at broyta kós.