10. december 2003 hevur Magnus Hansen í Porkeri lokið prógv sum sálarfrøðingur (cand pæd psyk) á Danmarks Pædagogiske Universitet í Keypmannahavn.
Magnus tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1976, var lærari tvey ár í Hvalba og hevur starvast í Vági síðan 1978. Hann byrjaði lesturin á heysti 1998 og fekk PD prógv í sálarfrøði í 1999. Hann fór undir aftur cand pæd lesturin á heysti í 2000, men til jóla hetta árið heitti Mentamálastýrið á hann um fyribils at vera skúlastjóri í Sernámsdeplinum í eitt ár. Hetta bleiv so til tvey ár, men seinasta summar segði hann seg úr hesum starvinum fyri at gera seg lidnan við lesturin. Hann starvast nú aftur sum lærari í Vágs skúla.
Umframt læraraprógv hevur Magnus eisini serlæraraprógv og tali- og hoyrilæraraprógv.