Ferðaseðlaprísir
Nú er ætlanin, at prísirnir á ferðaseðlunum við skipunum hjá Strandderðsluni, skulu broytast.
Í longri tíð hevur verið tosað um at broyta prísbygnaðin á ferðaseðlum við skipunum hjá Strandferðsluni.
Tað er tó ongantíð blivið til meiri enn tos.
Men nú sær út til at vera øðrvísi og ætlanin hevur ongnatíð verið so nær sum nú.
Í næstum fer Strandferðslan at handa landsstýrismanninum í vinnumálum nøkur uppskot um, hvussu prísbygnaðurin kann verða.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at í uppskotinum til landsstýrismannin eru fleiri møguleikar nevndir fyri, hvussu prísbygnaðaðurin kann verða.
Hann sigur, at prísirnir á ferðaseðlunum við skipunum hjá Strandferðsluni er ein politiskur spurningur og ætlanin við uppskotinum, sum nú verður lagt fram er eisini, at tað skal vera grundarlagið undir einum politiskum kjaki um prísbygnaðin.
Hann sigur, at uppskotið fevnir bara um ferðaseðlar við skipunum. Hinvegin fevnir uppskotið um bæði vanligar ferðaseðlar og um prísin á ferðaseðlum til bilar.
Kristian Davidsen sigur, at í uppskotunum, verða ymsir prísbygnaðir lýstir við teimum fyrimunum og vansum, teir hava vit sær.
Samstundis eru útrokningar gjørdir, hvussu teir annars fara at ávirka Strandferðsluna.
Hann leggur tó afturat, at uppskotini byggja á, at tey skulu hvørki geva Strandferðsluni størri ella minni inntøkur, enn hon fær í dag og at játtanin á fíggjarlógini verður tann sama, sum hon er nú.
Sjálv hevur Strandferðslan ikki nakað tilmæli um, hvønn prísbygnað, hon sjálv heldur vera tann besta.
? Í uppskotunum til landsstýrismannin hava vit lýst ymsar møguleikar fyri at geva politikarum eitt grundarlag at viðgera málið á.
Fleiri møguleikar
Kristian Davidsen sigur, at tosað vit um prísbygnaðin, kunnu fleiri møguleikar verða. Ein møguleiki kann vera, at jú longri ein siglur, jú dýrari skal ferðaseðilin verða.
Men hann sigur eisini, at ein annar møguleiki, ið er nevndur í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin fær í næstu framtíð, er, at allir ferðaseðlarnir skulu kosta tað sama.
?Ein samhaldsfastur prísbygnaður er eisini eitt av uppskotunum, sum vit leggja fyri landsstýrismannin, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Eftir tí uppskotinum, verða prísirnir á øllum skipunum tann sami.
?Tað merkir, at ongin skal vera fyri vanbýti fyri tað, um tey búgva langt burtur frá miðstaðarøkinum, tí tey skulu hava somu møguleikar at ferðast ímillum sum tey, ið búgva tætt við miðstaðarøkið.
Sostatt kemur prísurin á teimum dýrastu ferðaseðlunum, sum eru ferðaseðlarnir ímillum Suðuroynna og Havnina at verða bíligari, hann kostar í løtuni 75 krónur. Hinvegin kemur prísurin á teimum bíligastu ferðaseðlunum, sum er 35 krónur, at dýrka.
Hann sigur, at eitt annað uppskot er at varðveita bygnaðin, sum nú er, men at gera hann einfaldari, so at tað ikki vera so nógvir ymiskir prísir.
Bíligari til útoyggj
Áður hevur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, upplýst fyri Sosialinum, at hann ætlar at seta 700.000 - 800.000 krónur av á fíggjarlógini til útoyggjarnar. Hendan upphæddin skal markast til at gera tað bíligari at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni ímillum útoyggjarnar og meginlandið.
Kristian Davidsen sigur, at hendan ætlanin hjá Landsstýrismanninum má so samantvinnast við ætlanina at broyta prísbygnaðin, men akkurát, hvussu tað verður gjørt, veit hann ikki enn.