Glotti
Prísurin á laksi er nógv hækkaður seinastu vikurnar.
Sostatt tykist loksins, at ein glotti er fyri framman hjá teimum, sum ala laks, eftir, at prísurin hevur verið óvanliga lágur tær seinastu vikurnar.
Tað kann verða trupult at tosa um prís, men teir, sum fáast við at selja laks siga, at seinastu fimm vikurnar er prísurin á laksi yvirhøvur hækkaður eina krónu fyri kilo um vikuna.
Teir siga, at prísurin hækkar aftur hesa vikuna.
?Seinastu fimm vikurnar er prísurin á laksi yvirhøvur hækkaður einar fimm krónur, sigur Sigtór Andreasen á SA Salmon.
? Hann sigur, at sostatt er tað farið at síggja heilt hampiligt út aftur, tí nú er prísurin aftur við at nærkast tí støðinum, har alarar høvdu havt yvirskot.
? Okkara stóri trupulleiki er, at vit hava ILA at dragast við og tað kostar alarum ógvuliga dýrt, tí teir missa so nógvan fisk, sum teir lítið, ella onki fáa fyri.
? Høvdu vit ikki havt ILA, hevði tað farið at nærkast, at alarar aftur høvdu havt yvirskot og tað er langt síðani seinast.
Sigtór Andreasen sigur, at seinstu tíðina hevur verið góð javnvág í marknaðinum. Prísurin hevur verið ógvuliga lágur og tað førir við sær, at fleiri fólk keypa laks. Sostatt veksur eftirspurningurin og tað fær so prísin upp.
Hann sigur, at príshækkingin nú er heldur óvæntað, tí teir, sum meta um marknaðin, hildu ikki, at prísirnir fóru at hækka, fyrrenn næsta heyst.
Fleiri orsøkir
Finn Rasmussen á Landshandlinum, sum eisini selur nógva laks, sigur, at tað eru nógvar orsøkir til, at prísurin er farin upp í seinastuni.
? Eitt er at í Kili hava tey brúkt eitt evni at reinsa nótir við, sum ES ikki góðkennir. Tað hevur gjørt, at keyparar í ES keypa ikki laks úr Kili, tí teir stúra fyri, at teir sleppa ikki at flyta hann inn.
Ein onnur orsøk kann vera, at tað er blivið kaldari aftur eftir eitt óvanliga heitt summar í Evropa.
Og fyri tann partin av laksinum, sum verður seldur til USA, hevur tað eisini stóran týdning, at dollaranum er nógv uppfarin í virði.
Men hetta er bara galdandi fyri tann heilt stóra laksin og tað eru ikki tær heilt stóru nøgdirnar.
Av tí, at so nógvur av tí stóra laksinum er farin til USA, er útboðið minni á marknaðinum í Evropa og tað økir so um eftirspurningin eftir tí minna laksinum.
Finn Rasmussein heldur, at hetta er eisini ein orsøk til at prísurin á tí minna laksinum, sum føroyingar hava mest av, eisini er hækkaður og kanska fer at hækka enn meir.
? Til fyri stuttum hevur tað mest verið tann stóri laksurin, sum er hækkaður og tí hevur príshækkingin ikki havt so stóran týdning fyri føroyingar, sum mest hava havt tann minna laksin.
? Men nú er prísurin á tí minna laksinum eisini hækkaður, so gongdin hevur heilt avgjørt verið góð hesar seinastu vikurnar.
Ringt at spáa
Hvussu leingi prísurin fer at hækka, ella, hvar hann fer at laga seg, er ilt at meta um og tað vilja hvørki Finn Rasmussen ella Sigtór Andreasen geva seg í holt við.
Teir, sum fylgja væl við marknaðinum siga annars, at sum heild vísir tað seg, at laksaprísurin gongur upp og niður í trý ára skeiðum.
? Tá ið prísurin er góður, verður økt um alingina og tað ger so, at útboðið veksur og prísurin lækkar. Tá ið prísurin so er lækkaður aftur, verður minni sett út og so minkar útboðið aftur og prísurin veksur aftur. Tí ganga prísbroytingarnar sum heild í trý ára skeiðum, tí hetta er tíðin frá smolti til laksurin kann takast.