Myndin frá sinastu viku endurtekur seg. Dollarin hevur ikki tað styrki, sum vit sóu fyrra hálvár í ár. Men euros hevur tendens at vinna nakað aftur, av tí sum hon hevur mist fyrr í ár
Seint fríggjadagin komu tey amerikansku tølini, sum vístu pengarenslið til og frá USA. Hvussu nógvir pengar floymdu frá útlandinum til USA, har hesir pengar vanliga fara til at keypa amerikanskar stats-obligatiónir ella onnur virðisbrøv?
Í juni var hallið á amerikanska enn einaferð stórt, og tí má kapitalur koma uttanífrá til at fylla kassan upp. Men kom nóg mikið, ella var hugurin at seta pengar í amerikansk virðisbrøv kanska farin at minka? Nei. Amerikanska samfelagið fekk í juni eitt ískoyti uttanífrá uppá 71 milliardir $, og hetta er 16 milliardir meira enn í undanfarna mánað mai. Og 71 milliardir $ vóru ríkiligt til at dekka hallið á handilsjavnanum, sum í juni var uppá 59 milliardir $. Ein stórur partur av tí stóra amerikanska innflutninginum stavar frá hækkandi oljuprísum.
Fær USA "blokkstuðul"
Amerikanska samfelagið fær á henda hátt ein stuðul uttanífrá. Frá privatpersónum, vinnufeløgum og stjórnum, sum investera kapitalin í USA til góða rentu. Í princippinum pening sum svarar til tann føroyska blokkstuðulin. Munurin er, at USA tekur ímóti hesum stuðli uttan politiskt himpr.Í Føroyum kæra summir reaktionerir politikarar, úr tjóðveldisflokkinum og har á leið, seg um, at summir pengar gera skaða.
Amerikanska rentan hækkaði hesaferð til 3,50%
Enn einaferð hækkaði Stjórin Alan Greenspan í amerikanska centralbankanum, The Fed, tað stuttu rentuna við 0,25 basepoints til 3,50%. Tað hevði verið vænta í longri tí, og valutahandlararnir høvdu innroknað hetta stig í teirra handlum langt framman-undan dagin, so tað sást ikki aftur í valutakursinum tá tað so endiliga bleiv alment.
Euroland ávirkast sjálvandi eisini av høgum oljuprísum
Búskapurin í euro-økinum, eisini kallað Euroland, hevur ikki havt tað so gott í langa tíð. Framleiðsluvøksturin hevur verið lítil, arbeiðsloysið stórt. Men hóast alt hevur ein lítil framgongd verið at hómað seinastu tíðina. Men oljuprísurin kann steðga hesi framgongd. Ein roynd at fremja vøkstin hevur verið at euro-rentan, sum ECB, europeiski centralbankin, fastsetir, hevur verið hildin niðri á 2%, so lætt og bíligt skuldi verið at lænt pengar at seta nýggja framleiðslu í gongd.
Tekstur til Grafin »Oljuprísurin«:
Oljuprísurin hevur tað mesta av august mánaði ligið yvir 60$ fyri tunnuna, og hetta er tað hægsta í umleið tey seinastu 25 árini. Orsøk til prísvøksturin er vaksandi eftirspurningur, sum kemst av at framleiðslan og nýtslan er stór bæði í USA , Kina og aðrastaðni. Samstundis er útboðið avmarkað, serliga tí at raffinerings-kapaciteturin hevur verið avmarkaður. Í USA og Venezuela hava verið fleiri óhapp á raffineringsvirkjum, soleiðis at nøkur av heimsins størstu hava ligið still eina tíð. Samstundis er politisk óvissa um hvat fer at henda í Iran. Fer USA við vápnamegi at leggjá á Iran? Iran er næststørsti framlweiðari í OPEC-felagsskapinum. SaudiArabia er størsti. Allar vinnugreinir, sum brúka nógva olju merkja príshækkanina. Flogfelagið British Airways hevur fyri at minka um flogvektina, skift glasfløskur út við plastfløskur umborð. Bilídnaðurin ávirkast nógv, tí færri fáa ráð at koyra bil, og serliga stórir amerikanskir bilar, sum brúka nógv benzin, eru ringir at selja.