TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr samrøðuna, ið var á SportBoxini á Rás2 við Áka Egilsnes, toppskjútta hjá KA Akureyri í Íslandi hetta kappingarárið.
2) Hoyr samrøðuna, ið var á SportBoxini á Rás2 við Allan Norðberg, ið hevur skrivað undir sáttmála við KA Akureyri.
Áki Egilsnes er sera væl nøgdur við, at tað eydnaðist at vinna KA uppflyting upp í bestu íslendsku hondbóltsdeildina. Persónliga kann Áki eisini verða nøgdur, tí tað eydnaðist honum at gerast toppskjútti við yvir 100 málum. Nú er málið at stabilsera liðið og at halda seg í bestu hondbóltsdeildini í Íslandi.
Allan Norðberg hevur skrivað undir KA í vikuni, og hann greiðir frá, at hann ikki siga nei til eitt gott tilboð úr Íslandi, og tí ivaðist hann ikki í at taka av tilboðnum beinavegin.