Hondbóltur
16 mál frá einum spælara í einum dysti. Tað er avgjørt ikki á hvørjum degi, at tað kemur fyri í bestu føroysku manskappingini í hondbólti, men tað var tað, sum Cristian Preda stóð fyri, tá StÍF tók ímóti meistarunum úr H71 sunnudagin.
Longu í fyrsta dystinum móti Kyndli vísti Preda, at hann kann gerast stórur fongur hjá strandingum, og tann metingin stendur so ruddiliga við enn.
Ógvuliga hóskandi skeyt hann bæði fyrsta og seinasta málið hjá StÍF sunnudagin, og hoyvíkingar vistu sjáldan, hvussu teir skuldu gera í royndunum at steðga stórskjúttanum.
Og tað var fyrst og fremst Preda, sum var munurin millum liðini. Hoyvíkingar fylgdu væl við stóran part av dystinum, hóast StÍF hevði hug at toga seg avstað, men tað var ikki fyrr enn um miðjan seinna hálvleik, at tað veruliga skrædnaði.
Fakta um dystin
StÍF-H71 28-22 (13-13)
10 min: 5-4
20 min: 10-7
40 min: 16-15
50 min: 24-17
Málskjúttar
StÍF: Cristian Preda 12(2), Gabriel Stanciu 7(2), Bárður B. Danielsen 1, Esbern Jacobsen 1, Mortan Hansen 1, Rúni Niclassen 1, Borgar Danielsen 1
H71: Poul Kjartan Dam 7(4), Bárður Brimvík 4, Janus Sørensen 3, Hans Kári Hansen 2, Tróndur Vatnhamar 2, Dánial Tórgarð 1, Gunnar Bláberg 1, Dánial Kjærbo 1, Rúni Højgaard 1
Brotskøst: StÍF 5, H71 5
Útvísingar: StÍF 5, H71 3
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen