So er bíðitíðin komin at enda. Besta deildin í enskum fótbólti, Premier League, fer í dag á rull aftur fyri 22 ferð. Frá í dag til 11. mei komandi ár skulu 380 Premier League dystir spælast.
Sjey dystir eru á skánni í dag, tveir í morgin og ein mánakvøldið. Fyrsti dysturin í hesum kappingarárinum verður á Anfield í Liverpool, har Stoke er á vitjan. Tann dysturin er klokkan 12.45. Liverpool verður uttan Luis Suarez, sum framvegis hevur leikbann fyri at bíta Chelsea verjuspælaran, Branislav Ivanovic í farna kappingarári.
Síðani verða fimm dystir klokkan 15.00, tá millum annað Arsenal spælir móti Aston Villa og West Ham fær vitjan av uppflytarunum úr Wales, Cardiff City. Seinasti dysturin í kvøld verður millum Michael Laudrup og hansara Swansea, sum tekur móti Manchester United og nýggja venjaranum hjá teimum, David Moyes.
Í morgin er London uppgerð millum uppflytarnar Crystal Palace og Tottenham, sum stríðist fyri at halda upp á Gareth Bale. Walisiska stjørnan hjá Tottenham verður ikki við vegna skaða. Eisini er sunnudagurin dagurin, tá José Mourinho aftur stendur á odda fyri Chelsea í einum Premier League dysti. Á Stamford Bridge fáa teir vitjan av uppflytarunum Hull City. Seinasti dysturin í fyrsta umfari í Premier League verður millum Manchester City og Newcastle.
Hetta er fyrsta árið í søguni hjá Premier League, at Sir Alex Ferguson ikki er venjari hjá Manchester United. Bara ein spælari hevur spælt øll árini í Premier League og skoraði í hvørjum tí einasta kappingarári. Tað er Manchester United spælarin Ryan Giggs.
Premier League 1. umfar:
Í dag:
12:45: Liverpool - Stoke City (Anfield)
15:00: Arsenal - Aston Villa (Emirates Leikvøllinum)
15:00: Norwich City - Everton (Carrow Road)
15:00: Sunderland - Fulham (Stadium of Light)
15:00: West Bromwich - Southampton (The Hawthorns)
15:00: West Ham United - Cardiff City (Upton Park)
17:30: Swansea City - Manchester United (Liberty Leikvøllinum)
Sunnudagin, 18. august
13:30: Crystal Palace - Tottenham Hotspur (Selhurst Park)
16:00: Chelsea - Hull City (Stamford Bridge)
Mánadagin, 19. august
20:00: Manchester City - Newcastle United (Etihad Leikvøllinum)